Sunnudagsskúlin byrjaði aftur í Skálavík sunnudagin

Missiónshúsið bjóðaði øllum mammunum í bygdini til fundar, og hava mammurnar átikið sær at skipa fyri Sunnudagsskúlaarbeiðinum. 

– Tað er ein góð kensla at tað hepnaðist at byrja Sunnudagsskulaarbeið aftur, sigur Poul Jákup Thomsen, sum er formaður í Missiónshúsinum.
– Vit høvdu stórar ætlanir í fjør um at byrja Bíbliugranskin, sunnudagsskúla, fyrilestar v.m, men óvæntað, so kom Korona og megnaði at broyta allar okkara ætlanir. Vit eru sera heppin her í Skálavík, at eiga so nógvar megnar kvinnur, sum ikki eru bangnar fyri at fara til verka. Hesar kvinnurnar fara heilt vist at økja um trivnaðin í bygdini komandi árini.

– Mánakvøld kl. 20 er Bíbliugranskin og komandi 5 mikukvøldini kl. 20 verða føstuguðstænasta í Skálvíks Kirkju, har Kirkjan, Missiónshúsið, saman við Kommununi, skipa fyri samkomu í Missiónshúsinum aftan á Guðstænastuna, har vit borðreiða við turrum fiski, eplum, spiki, kaffi og køkum. Okkurt verður eisini til børnini.Hetta er ein nýggjur siður her í bygdini sum vit rokna við fer at virka fyri, at bæði fleiri fólk koma í Kirkju og vil vera við til at menna sambandið og trivnaðin millum fólk í bygdini. Hóast at tað kemur at tað tíð at byggja alt  virksemi upp aftur, so kenni eg meg sannførdan um at hetta kemur at hepnast við tí góða valsignilsinum sum vit hava fingið og teimum góðu fólkunum sum vilja hjálpa til.

LES EISINI  Sunnudagsskúlin á Oyrasundi byrjaður aftur

Kirkjukaffi

– Missiónshúsið skipar eisini fyri Kirkjukaffi hvønn sunnudag kl. 11-12 í Missiónshúsinum, so at foreldur og onnur, á veg í kirkju, kunnu fáa sær eitt prát og ein drekkamunn.

Fyrilestar og konsertir

Ætlaðu fyrilestrarnir, konsertir og onnur tiltøk, sum ikki gjørdist veruleiki vegna Korona, verða nú tikið upp aftur.
10. apríl verður fyrsti av fýra 4 fyrilestrum um Ísralel. Tað er Jákup Joensen, formaður í Vinarfelagnum Ísrael & Føroyar sum heldur hesar fyrilestar. – Vit meta, at tað er av sera stórum týdningi at hava góðan kunnleika til alla søguna hjá Ísrael, um vit av álvara skulu fata Gleðiboðskapin og vísdómin í Bíbliuni, sigur Poul Jákup Thomsen.
– Vit hava ætlanir um at Missiónshúsið skal gerast ein góður viðspælari til trivnaðin í skálavík. Húsið er umvalt og er í rímiliga góðum standi, men tørvar okkum tøkni og nýggjan køk, fyri til fulnar at kunna fáa gleði av húsinum. tí fara vit komandi tíðina at skia fyri tiltøkum at savna pening til nýggjan køk og tøkni. So um tað er onkur sum vil lata stuðul til arbeiðið at gera húsið liðugt, so ber til at flyta eina peningagávu á konta 9181-4983183 enda Poul Jákup Thomsen

LES EISINI  Online sunnudagsskúli við Elisabeth Gaard kl. 14.00
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina