Suppa við Jesusi omaná

Ongin við borðið minnist, nær tað byrjaði. Og tað sær heldur ikki út til, at nakar heldur gamla siðvenjan skal stegða. Eg eri farin í KFUM og K í Klaksvík, har vit júst nú fáa suppu. Klokkan nærkast 1 um náttina, og dagurin er farin at halla aftaná langa Norðoyastevnu.

Eg kom, tá eitt flott hátíðarfýrverk markeraði endan á degnum, og stutt eftir tað byrjaðu fólk at detta innum í KFUM og K.

Her eru fólk í øllum aldri og langt frá øll plaga at halda til her í húsinum, men eitt slíkt kvøld sum í kvøld kenst hurðagáttin mestsum eitt sindur lægri. Prátið gongur væl og fólk eru í góðum lag við borðini. Einkult sita kortini og gapa. Eg hyggi hin vegin fyri ikki at verða smittaður.

Suppan er frálík, og eg súpi við góðum matarlysti. Tað er júst tað, eg hevði tørv á aftaná ein langan og strævnan dag við nógvum á skránni.

“Onkur hevur ikki enn tikið støðu til Jesus meðan onnur hava”, hoyrist í hátalaranum. Tað er Petur Martin Glerfoss, sum heldur eina andakt. Hann heldur fram: “Lat meg bara siga alt fyri eitt: Tað er ikki líkamikið, hvørt vit velja Jesus ella ei.

Anna Lovisa Myri tekur gittaran. Pápi hennara, Tummas Pauli, stendur við tangentarnar. Unga gentan nertir sum vanligt nakað djúpt í áhoyrarunum við hennara sangi. Hon hevur X-faktor. Altso tað, vit ikku duga at seta orð á, men sum fær okkum øll at lurta hugtikin og bergtikin. Hon syngur um vón og um Frelsara sín, ið hevur slíka umsorgan fyri sær.

Klokkan er við at vera nógv. Fólk fara so smátt at venda nøsina heimeftir. Og eg ætli mær tað sama, men eg haldi, eg má koma framvið aftur her eina aðruferð. Hetta er ein hugnaligur máti at enda dagin uppá.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina