Tað ber væl til at hava netbíbliubólk

Coronasmittan skal steðgast, og tí eru at kalla øll møti og tiltøk avlýst, men tað er eingin orsøk at avlýsa bíbliubólkin, tí tað ber væl til at halda netbíbliubólk – og fáa nógv burturúr. Seinasta sunnukvøld ”møttust” 8 kvinnur av Skála til bíbliubók á Facebook Messenger í heilar tríggjar tímar. Tær lata væl at hesum upplivilsi, hóast tað sjálvandi altíð er best at vera saman í veruleikanum.

Allar kvinnurnar høvdu Facebook, so tær høvdu gjørt ein bólk á Facebook Messenger, greiðir Elsa Maria Fonsdal Mikkelsen frá. Ein ringdi upp til bólkin kl. 21, og tær prátaðu eitt sindur, meðan allar fingu tað at rigga við telefonini. Tá ið løta var farin, vóru 8 smáar myndir á telefonini, og so fóru tær í gongd við bíbliusamveruna. Tær funnu skjótt fram til, at best er at hava ein orðstýra, so allar koma til orða og bert ein tosar í senn.

Tær lósu ein bíbliutekst upp, nøkur ørindi hvør. Allar sótu vit bíbliu, pappíri og penni. Eftir upplesturin høvdu tær eina løtu í kvirru, so hvør einstøk kundi endurskoða tekstin og hugsa um, hvat teksturin segði hvør í sær, ella um okkurt var torfort at skilja. Aftaná kundu tær ein og ein hugleiða um innihaldið og gera viðmerkingar – alt til felags uppbyggingar. So var tíð til bønarløtu. Allar kundu koma við bønarevnum, og ein skrivaði niður. Aftaná deildu tær evnini út, so allar høvdu okkurt ávíst at biðja serliga fyri. Bønarløtan endaði við felags Faðirvár, men tær máttu sanna, at tað riggaði ikki so væl, tí ljóðið er eitt sindur seinkað og alt leypur saman, tá ið fleiri tosa samstundis. Messenger er tí heldur ikki so vælegnað til at bólkurin syngur saman. Tær lærdu eisini, at samtala við mynd brúkar nógvan streym, so best er at hava uppløðaran tøkan. Ljóðið verður best um øll brúka høvuðsett.

Tær prátaðu ein góðan tíma aftaná, tí tað var so langt síðani, tær høvdu sæst, og nú ber jú heldur ikki til at verða saman vegna corona.

Allar upplivdu tær henda háttin at vera saman sum bíbliubólkur bæði gevandi andalig og menniskjaligva, og tær avtalaðu at hittast skjótt aftur á sama hátt.

Kanska tær endaðu við at sita við hvør sínum skermi við einum kaffimunni og eini smákøku – næstan sum sótu tær í somu stovu.

Bólkurin á Skála valdi Facebook Messenger tí allar í forvegin høvdu Facebook, og tí var tað lættast hjá teimum. Til ber eisini at brúka t.d. Skype, Micosoft Teams, WhatsApp, Google Meet ella Zoom. Zoom.us hevur tann fyrimun, at bara bólkaleiðarin hevur fyri neyðini at innrita seg á zoom.us, og byrja ein fund. Hini skulu bara klikkja á ta leinkju, bólkaleiðarin sendir teimum, og tað riggar á øllum tólum. Summar kirkjur í Danmark halda gudstænastur á netinum umvegis zoom. Ókeypis útgávan hevur ta avmarking, at fundurin ikki kann verða longri enn 40 min, men so ber til at gera ein nýggjan fund, meðan ein fyllir kaffikoppin. YouTube er á tremur við vegleðingum til øll hesi nevndu amboð.

Kanska tín bíbliubólkur skal gera sum bólkurin á Skála? Um tú ikki ert í einum bíbliubólk, er hetta kanska eitt gott høvi at stovna nakrar bíbliubólkar.