Tað er nú, tú skalt fara á bíbliuskúla!

Ætlar tú tær á bíbliuskúla í Børkop, so er tað júst nú, tú skalt fara. Føroyingar, ið fara á bíbliuskúla í Danmark, fáa nú upp í 14.000 krónur í stuðuli og tað svarar til áleið ein triðing av kostnaðinum fyri skúlan. – Vit hava ein føroyskan næming, sum fær stuðul frá Ríkisfelagsskapinum ‘Højskolestipendinum’ komandi heyst. “Hetta er ein gyltur møguleiki og ein stórur stuðul”, sigur Robert Bladt, stjóri á Børkop. – Til várið 2021 verða tvær nýggjar linjur. Lovsongsskúlin og Passion, leggur Robert Bladt afturat.

Les meir um “Rigsfællesskabets højskolestipendium her

Kennir tú onkran, ið burdi farið, ella hevur tú sjálv/ur áhuga fyri hesum, so er bara at leypa avstað!

Nýggjar freistir at søkja eru:

  • 1. apríl, um tú ætlar tær í heyst 2020
  • 1. oktober, um tú ætlar tær í vár 2021

Trýst her fyri at søkja!

LES EISINI  Háskúlin í Børkop ger ábøtur á søguliga høvuðsbygningin
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina