Føroyingar fara á TeenStreet í Spania

TeenStreet er ein kristilig lega fyri tannáringar, sum á hvørjum ári er í Týsklandi. Í ár verður tó øðrvísi. Skipað verður fyri TeenStreet í Spania, har føroyska TeenStreet ferðalagið fer. Til El Collel, ið liggur beint norðanfyri Barcelona.

TeenStreet verður í Spania 7. til 13. august, og ferðing heim aftur verður 14. august. Legustað er funnið og karmarnir eru sera góðir. Nú mangla bert tannáringar, liðleiðarar M&M’arar og hjálparfólk.

2. apríl verður skipað fyri stórum TeenStreet tiltaki í SALT á Tvøroyri, har føroyski lovsangsbólkurin eisini luttekur. Tá letur tilmeldingin til TeenStreet 2022 upp. Bert eitt flogfar flýgur beinleiðis úr Føroyum til Barcelona, so vit raðfesta fólk, sum flúgva báðar vegir. Fleiri ferðast eisini sjálvi, men tað tekur TeenStreet Føroyar ikki ábyrgdina av. TeenStreet Føroyar skipar fyri leiguflogfari, íroknað ferðaleiðara.

Prísurin er hægri enn vanligt (umleið 1500 kr hægri), men hetta kemst av fleiri orsøkum, eitt nú longri flogteinur, møguleikar o.a.

Meira kunning um leguna í Spania sæst her

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina