Tey bæði vald Guds – og okkara ábyrgd á valinum 

Vit skulu á val. Ja, ikki bara eitt, men tvey val. Bæði løgtingsval og fólkatingsval eru útskrivað, og verða í somu viku. Eitt val í einum fólkaræði snýr seg um okkara felags framtíð: Hvørji vilja vit vera sum tjóð?  Hvørjar leiðreglur skulu verja tey veiku, lyfta tey ungu og geva familjum og nærsambondum vón?  

Slíkir spurningar krevja politisk svar. Men tað eru ikki bara greiningar og tøl, sum skapa svarini. Svarini verða eisini skapt av virðisgrundarlagnum, sum bæði politikkarar og veljarar taka við inn í orðaskiftið. Virðir okkara spretta úr mongum ymiskum: uppvøkstri, royndum, mentan, felagsskapum – og hjá nógvum, eisini úr trúnni.  

Trúgvin ávirkar hvussu vit síggja evnir sum rættvísi, miskunnsemi og virði á mannalívinum. Tí er spurningurin ikki, um trúgvin hevur nakað at siga í einum fólkaræði, men hvussu virðini í trúnni kunnu fáa ein sjálvsagdan leiklut, í teimum avgerðum vit taka. 

Tí føðir valið eisini ein djypri spurning: Hvussu kann trúgvin fáa eitt skilagott og ábyrgdarfult pláss í einum verðsliggjørdum samfelag? Og hvussu sleppa vit undan at trúgvin verður trokað burtur – ella misbrúkt sum politiskt amboð? 

Báðar hendur Guds – myndin hjá Lutheri 

Martin Luther hugsaði nógv um hetta. Hann lýsti tað soleiðis, at Gud stýrir heiminum gjøgnum tvey vald – ella við “báðum honum”.  

Hesi bæði valdini vísa, at Gud bæði tekur sær av innara lívi menniskjans og av ytru skipan samfelagsins. Men hann fremur hvørt á sín hátt. 

1. “Høgra hond” Guds: Tað andaliga valdið   

Við høgru hon síni arbeiðir Gud ígjøgnum evangeliið – orðið, trúnna, fyrigevingina og náðina. Gud arbeiðir her við hjartanum og samvitskuni. Her verða hvørki brúkt tvingsil, valdsráð ella politiskar snildur, men kallan, troyst, kunning og endurnýggjan.  

Luther leggur dent á, at verðsliga valdið ikki kann taka avgerðir um, hvat hvør skal trúgva ella ráða yvir sálini. Trúarlívið er Heilaga Andans gerningur, og tí er tað bara hann, sum ”kallar, savnar, upplýsir og halgar” menniskju ígjøgnum evangeliið. 

Andaliga skipanin hevur tí til endamáls at bjóða menniskjum frelsu, troyst og endurnýggjan. 

Um kirkjan fer at tosa sum ein politiskur flokkur, missir evangeliið frælsið og gerst lættliga moralskt og krevjandi. Heldur enn at leiða menniskju til Jesus er kirkjan í vanda fyri, við lógini, at leggja trýst á. 

Okkum nýtist bert at hyggja til miðeysturs, so síggja vit hvat hendir, tá ið átrúnaður verður politiskt stýri og andalig moralløgregla – og hvussu fjart tað er frá frælsinum og náðini í evangeliinum. 

2. “Vinstra hond” Guds: Tað verðsliga valdið   

Við høgru hond síni arbeiðir Gud ikki ígjøgnum evangeliið, men ígjøgnum samfelagsligu skipanirnar: lógir, dómstólar, løgreglu, myndugleikar og politiska leiðslu. Luther greiðir frá at staturin hevur ábyrgdina av teimum ”ytru skipanunum” : skatti, rætti, friði, verju og at tað er skil á. 

Tað er ikki uppgávan hjá statinum at skapa trúgv. Staturin skal hava leiðreglur fyri eitt trygt og rættvíst samfelag – eisini millum menniskju, sum ikki eru leidd av evangeliinum. Tað verðsliga valdið hevur tí til endamáls at tryggja fólkinum verju og rættvísi. 

Hetta ber eisini í sær, at politikarar skulu tryggja fólkinum frælsi at hugsa, trúgva og tala. Á saman hátt, sum staturin ikki eigur at noyða nakran at trúgva, eigur tað heldur ikki forða nøkrum í tí.  

Men eftir hugsan Luthers hava politikkararnir ikki bara ábyrgd mótvegis veljarunum. Teir skulu eisini svara fyri Gudi, sum hevur litið teimum uppgávuna í hendi. Tá ið tingið varð sett í 1943, bleiv hetta gjørt púra greitt tá ið Erik Mejdahl, prestur á Tvøroyri, knýtti áminning sína í orðini úr Sálmi 119,133: 

Fest míni fet við orðum tínum, lat ongan órætt mær valda!”  

Og hann helt fram við einari beinleiðis áheitan til løgtingsmenninar:  

“Tá ið talan er um ta kós, sum politikkur tykkara skal fylgja, eru tit bundnir av ábyrgdini mótvegis veljarunum; men tit standa til svarts fyri Gudi, í hvørjum anda tit loysa uppgávuna.”  

Mejdahl hevði funnið kjarnuna í Luthersku hugsanini: Politisk leiðsla má ikki verða stýrd av valagni ella makt, men av sannleika, rætti og ábyrgd. Myndugleikarnir skulu verja fólkið móti órætti, og standa til svarts fyri Gudi, so at teir ráða og stýra eftir vilja hansara. 

Um politikkararnir byrja at stýra gudfrøðini, rámar tað fríu hugsanina og persónligu trúnna. Tá ið staturin roynir at taka avgerð um hvat fólk “skulu” trúgva, doyr frælsa samrøðan og samvitskan missir fótafestið. 

Og okkum nýtist ikki at gita hvat hetta hevur við sær. Vit sóu tað so greitt í kommunistisku londunum í eysturevropa og Sovjetsamveldinum. Tað tók bara nøkur fá tíggjuáraskeið, so mest sum steðgaði menningin: fíggjarstøðan datt sundur, nýmenning og tøkni fylgdu ikki við restini av heiminum, og fólk mistu dirvið og hugin at hugsa frælst. Tá ið staturin hevur eftirlit við trúgv og tonkum, tekur hann kvørkratak um andaligu og samfelagsligu menningina. 

Tá ið bæði valdini rigga, eru gróðrarlíkindi fyri frælsið   

  • Tað andliga valdið ber frelsuna fram og lagar samvitskuna til.   
  • Tað verðsliga valdið verjir og skipar samfelagið.  

Tá ið valdini taka sær av sínari uppgávu – og bæði gera tað við ábyrgd fyri Gudi – kunnu menniskju liva bæði í trúarinnar frælsi og í einum tryggum og skipaðum samfelag. 

Hvønn týdning hava hesi bæði valdini í einum valstríði?  

1) Trúgvin er ikki ein floksskrá – men ein kumpass   
Politikarar skulu søkja rætt og sannleika í tí teir gera. Kirkjan viðmælir ongantíð flokkar ella valevni. Evangeliið er ikki flokspolitikkur. 

Men trúgvin myndar okkara samvitsku og sýn á miskunnsemi og menniskju. Tí ávirkar trúgvin eisini hvar vit seta krossin. 

2) Staturin eigur at stýra gerningum – ikki trúgv 

Myndugleikarnir skulu skapa tryggleika og rættvísi – eisini tá ið átrúnaður verður misnýttur. Men staturin kann ikki stýra samvitskuni. Tað ger kirkjan ígjøgnum evangeliið og Heilaga Andan. 

3) Kirkjan skal tosa til samvitskuna   

Kirkjan skal vitna um Kristus í almenna rúminum, eisini tá ið nærkast politiskum evnum. Hon ger tað ikki, tí at hon er ein politiskur flokkur, men tí at evangeliið ábyrgjar kirkjuna at síggja tey, sum standa veikt. 

Kirkjan skal tosa við samvitskuna – ikki átaka sær arbeiðið hjá politikkarunum. Men kirkjan hevur eina serliga etiska og andaliga ábyrgd at vísa á Guds orð, og at minna politikkarar og fólkið á sannleika, miskunnsemi og virðið í næstanum. 

Tí úttalar kirkjan seg eisini í málum sum flóttafólk, fátækradømi, abort, miskunnsemi og sýn á menniskju. Í slíkum spurningum er tað sjálvsagt, at kirkjan mælir til sannleika, hóvsemi og umsorgan. Av tí at hesir spurningar bæði eru um lóg og samvitsku, kunnu orð kirkjunnar onkuntíð ljóða politisk – tað er ikki tí at kirkjan, ynskir at blanda seg í flokspolitikk. 

4) Politikarar kunnu við ágóða leita sær etiskt ráð frá kirkjuni   

Tá ið avgerðir nerta við menniskjafatan, teir bleytu bólkarnar og torførar etiskar spurningar, kann kirkjan hjálpa sum etiskur ráðgevi. Kirkjan peikar á Guds orð, og minnir á miskunnsemi, sannleika og virðið á næstanum – men politikararnir bera sjálvir ábyrgdina av teimum ítøkiligu avgerðunum í tí verðsliga valdinum. 

Á henda hátt kann kirkjan varpa ljós á etisk mál. Men tað eru politikkararnir, sum ábyrgjast fyri Gudi og monnum fyri ávísu avgerðirnar, sum verða tiknar í verðsliga valdinum.  

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina