Tey hugna sær á Toftum

Annanhvønn hósmorgun verður skipað fyri morgunkafé í Tabor, missiónshúsinum á Toftum. Eldsálir á staðnum tóku stig til hetta seinasta heyst. Endamálið er at virka fyri trivnaði og nærveru í nærumhvørvinum.

Tað eru skiftandi toymi, ið taka sær av løtuni, ið er frá klokkan 10 til umleið 12. Borðreitt verður við morgundrekka. Seinasta hósmorgun vóru bollar, breyð og eisini onkur dessert at fáa.

Alfred Olsen, úr Saltnesi, leiddi løtuna. At borðreiða fyri teimum, sum møttu, hevði hann konuna Marjon og systrina Dianu. Eisini hevði hann fingið Simony og Amaliel at syngja nakrar sangir.

Eftir nakrar sangir úr Missiónssangbókini og eina andakt, hugleiddi Alfred um tíðina á eystara armi á Skálafjørðinum undir krígnum. Fólk vórðu sera áhugað og prátaðu væl uppi í.

Umleið 40 fólk høvdu leitað sær í kjallaran á missiónshúsinum henda gerandismorgunin. Tann elsti eldri enn 90 og tann yngsti ikki eitt ára gamal.

LES EISINI  Hugnaløta í Hattarvík
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina