Tey ungu stevna til Nesvíkar leygarkvøldið!

Í sambandi við árliga bíbliuskeiðið í Leguhúsinum í Nesvík um vikuskiftið, verður felags ungdómsmøti í nýggju høllini í Nesvík leygarkvøldið klokkan 21.

Tað er Robert Bladt, forstandari á bíbliuskúlanum í Børkop í Danmark, sum hevur frálæruna á bíbliuskeiðnum, og hann talar á felags ungdómsmøtinum. Robert arbeiðir dagliga við ungum og hevur eisini drúgvar royndir frá ungdómsarbeiði, og bíbliuskeiðið í ár hevur eisini eina serliga ungdómsskrá. Umframt ungdómsmøtið í annaðkvøld – samstundis sum “tey eldru” eru til hugnaløtu í matsalinum – eru áhugatímar fyri ung seinnapartin leygardagin, har Robert undirvísir. Fyrri tímin snýr seg um, hvat er so serligt við Jesusi, og tann seinni hevur heitið ”Hvussu kunnu vit trúgva á ein Gud, sum loyvir Helviti?”

Á ungdómsmøtinum í høllini leygarkvøldið klokkan 21 talar Robert Bladt, og fløguaktuelli Anton Liljedahl syngur. Pitsa verður serverað, og tey ungu fara sjálvandi at hugna sær saman.

Hjartaliga vælkomin á felags ungdómsmøtið!

LES EISINI  Tvær ungdómsløtur á stórmøtunum
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina