Tíðindaskriv: Okkara Lega 2020 avlýst

Legan fyri rørslu- og menningartarnaðum o.ø. saman við
avvarðandi sum skuldi verða í Nesvík í døgunum 4-6
september 2020 er avlýst fyri í ár.

Ov nógv viðurskiftir eru óviss
Nógvir av luttakarunum á Okkara Legu eru í vandabólki og
sera úsettir nú í hesum Koronatíðum, og tá avvarandi
heilsumynduleikar einki greitt svar kunnu geva fyrr enn eftir
hálvan august, er best at verað fyrivarin, og avlýsað í góðari
tíð, tí tað er nógv sum skal fáast uppá pláss til eitt so stórt
tiltak.

Vit síggjast vónandi næsta ár.
Um GUD vil og vit liva, biða vit eftir at legan kemur sterkt
aftur næsta ár.
Vinarliga
Nevndin í Okkara Legu

LES EISINI  Okkara lega 2023
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina