Tilmeldingin til TeenStreet 2020 er opin

Nú eru bert umleið 143 dagar eftir til TeenStreet byrjar! TeenStreet 2020 verður í Oldenburg frá 1. til 8. august.

TeenStreet er ein lega fyri ung ímillum 13-17 ár. Legan er í eina viku, har tey ungu fáa nógva andaliga føði, nógvar nýggjar upplivningar og nýggjar vinir. Les meir um TeenStreet her.

Kom við sum hjálparfólk

TeenStreet er fyrst og fremst fyri tannáringar ímillum 13-17 ár. Hóast legan er ætlað ungum tannáringum, so er tørvur á nógvum hjálparfólki! Ert tú 21 ár ella eldri, kanst tú melda teg sum leiðara. Tú kanst eisini melda teg til Service Team, har man skal verða 18 ella eldri. Service team bjóðar nógvar ymiskar arbeiðsuppgávur, til dømis Art-Zone(kreativt), Clean-street(reingering), bjóða og selja mat, selja bøkur, ansa eftir børnum ella biðja fyri og við teimum ungu. Les alt um Service Team her!

Melda teg til TeenStreet her!

LES EISINI  TeenStreet Life: Tillagingar og avbyrging
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina