Tilmeldingin til TeenStreet er byrjað

Um 137 dagar byrjar risastóra altjóða tannáringalegan TeenStreet 2019 í Týsklandi! Fyri túsundtals tannáringar kring Evropa er hetta eitt av ársins hæddarpunktum, eisini fyri mong í Føroyum.

TeenStreet er ein altjóða kristilig stevna fyri kristnar tannáringar úr øllum Evropa. Endamálið er, saman við teimum kirkjum og samkomum, sum tannáringarnir koma frá, at motivera tey, gera tey út og fylgja teimum, so tey hava eitt veruligt vinarlag við Jesus og endurspegla hann í sínum gerandisdegi.

Á skránni eru alskyns tiltøk, løgd til rættis fyri lívligar tannáringar. Har er skipað frálæra, í ár við evninum “Inspired”, lovsangsløtur, áhugatímar í smærru bólkum, umframt eina ørgrynnu av sera ymiskum frítíðarvirksemi. Luttakararnir eru í bólkum saman við øðrum ungum úr sama landi, men ein fær eisini vinir úr øðrum londum. Í fjør vóru heili 413 føroyingar á legu, tá øll eru tald við, og tilsamans vóru um 3.000 fólk úr stórum pørtum av Evropa við.

LES EISINI  Stórt alment tiltak í SALT í morgin, 2.4

Í ár eru 27 ár, síðani TeenStreet var í Týsklandi fyrstu ferð, og legan er annaðhvørt ár í Oldenburg í Norðurtýsklandi og annaðhvørt ár í Offenburg í Suðurtýsklandi. Í ár verður legan í Offenburg í døgunum 27. juli – 3. august.

Umframt leguluttakarar er tørvur á hópin av leiðarum og ymsum hjálparfólkum, tí í grundini er leguøkið sum ein lítil býur við øllum hugsandi hentleikum og tilboðum.

Luttøkugjaldið í ár er 2.175 krónur fyri tannáringar, og 1.250 krónur fyri starvsfólk. Børn, sum eru við starvsfólkum, rinda 650 krónur.

Tað eru ymiskir mátar at koma til leguna, men ein stórur partur tekur væntandi av tilboðnum um beinleiðis flogferð við Atlantsflogi úr Vágum til Strasbourg í Fraklandi, sum liggur stutt frá Offenburg. Tá bíleggur ein ferðaseðil, samstundis sum ein teknar seg til leguna. Flogferð (og bussur millum fløgvøll og leguøki) kosta 4.350 krónur, og føroyskir ferðaleiðarar eru við.

Fyri tannáringar er tekningarfreistin 10. mai og fyri starvsfólk og børn 20. mai.

LES EISINI  Aftur til Japans í januar

Á heimasíðuni hjá OM Føroyum er tekningin opin, og har fæst meira at vita um leguna.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina