Tilmeldingin til TeenStreet er latin upp

Í ár fer TeenStreet Føroyar á leguna, sum verður í Spania. í El Collel, sum liggur beint norðanfyri Barcelona.

Eitt leiguflogfar við plássi fyri 174 ferðafólkum flýgur beinleiðis til Barcelona. Fólk, sum flúgva báðar vegir, verða raðfest.

Fleiri ferðast eisini sjálvi, men tað tekur TeenStreet Føroyar ikki ábyrgdina av. TeenStreet Føroyar skipar leiguflogfarið, við ferðaleiðara.

Tilmeldingin til TeenStreet hevur verið opin í nakrar dagar, og longu nú hava nærum 100 meldað seg til.

Brúk fyri fleiri liðleiðarum

Nú mangla serliga liðleiðarar, bæði kvinnur og menn. Liðleiðararnir skulu helst vera 20 ár ella eldri. 

– Vit seta prís uppá leiðarar, sum elska at arbeiða við ungum fólki og sum kanska hava royndir við ungdsómsarbeið. Hetta er ein vika, har vit øll verða uppbygd og fáa íblástur til verkið í samkomunum, skrivar om.fo.

Afturat liðleiðarum, so er eisini brúk fyri hjálparfólki til leguna.

Teenstreet er frá 7. til 13. august, men føroyingarnir koma heim tíðliga 14. august.

Tað ber til at melda seg til TeenStreet á www.teenstreet.fo, har tú eisini kanst finna meira kunning.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina