Tilmeldingin til TIM er opin

Aftur í ár skipar OM fyri toymisferðum fyri ung. TIM-toymisferðirnar (Tannáringar í missión) eru fyri ung, ið eru millum 15 og 18 ár. í Juli fáa tey ungu møguleikan at fara til Moldova ella Albania.

Á toymisferðunum er endamálið at tæna fólki í øðrum londum á ymiskan hátt í samstarvi við lokalar kirkjur og samkomur. Toymir taka ofta lut í ymiskum barnaarbeiði og at vitja fólk, sum eru illa fyri. OM Føroyar hevur m.a. skipað fyri TiM-toymisferðum til Moldova, Albania, Bosnia, Grikkalandi og øðrum londum og hava hesar toymisferðir verið til stóra signing, bæði fyri føroysku luttakararnir og tey, sum tey hava verið í samband við.

Í ár vera tríggjar toymirferðir við OM

Sum nakað nýtt fer OM at skipa fyri einari toymisferð til Moldova fyri ung, ið eru 18-25 ár. Toymið verður partur av construction-outreach í Moldova – uppgávurnar verða bygging, praktiskt arbeiði og at verða partur av programmi fyri børn.

LES EISINI  Peter Maiden - Samrøða í Iktus hesa vikuna

 

Tilmeldingin er opin

Les meir um tilmeldingina her

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina