TiM: Tannáringar í Missión í Moldova og Albania
Eitt av fleiri spennandi tilboðum til ung, sum OM skipar fyri, er TiM, sum merkir “Teens in Mission”. Hetta eru toymisferðir fyri kristnar tannáringar í aldrinum 15 til 18 ár, og í ár verður aftur farið til tvey lond í Eysturevropa, Moldova og Albania.
TiM er tvær vikur í juli mánaði, og tað er lagt soleiðis til rættis, at til ber at fara beinleiðis til TeenStreet í Týsklandi aftaná, um ein hevur hug til tað. Tær tvær vikurnar á TiM eru fyrst upplæring í at breiða gleðiboðskapin út, og síðani at fara út við boðskapinum – outreach.
Endamálið er at tæna fólki í øðrum londum á ymiskan hátt, og hetta verður gjørt í samstarvi við kirkjur og samkomur á staðnum. Ofta taka TiM-toymi lut í ymiskum arbeiði fyri børn, og tey vitja eisini ofta fólk, sum eru illa fyri.
Fyrr hevur OM Føroyar millum annað skipað fyri TiM í Moldova, Albania, Bosnia og øðrum londum, og hesar toymisferðir hava verið til stóra signing, bæði fyri tannáringarnar sjálvar og fyri tey, sum teir hava verið í samband við. Filmsbrotið er frá TiM í Albania í fyrraárið.
Moldova og Albania
Í ár verða aftur tvær ymiskar toymisferðir at velja millum, til Moldova og til Albania, báðar ferðirnar eru í døgunum 13.-26. juli. Føroyskir leiðarar á ferðini til Moldova eru Kristina Foldbo úr Leirvík og Kristian á Lakjuni úr Klaksvík, og føroyskir leiðarar á ferðini til Albania eru Eyðgerð Nattestad úr Miðvági og Steffan Klein Poulsen úr Hvannasundi.
Ferðast verður umvegis Keypmannahavn, og prísurin verður væntandi um 8.000-10.000 krónur.
Smálutirnir eru ikki komnir uppá pláss enn, men ein fær meira at vita við at seta seg í samband við OM á info.fo@om.org Tekningin til TiM 2019 er eisini byrjað á heimasíðuni hjá OM Føroyum.