Torfinn fer úr starvi
Um ársskiftið fer Torfinn Jacobsen úr Miðvági úr starvi sum miðlafólk á Trúboðanum. Í hesum sambandi var ein samkoma á skrivstovuni í Nesvík í morgun.
Fyrsta starvið hjá Torfinni í Kirkjuligu Heimamissiónini vóru átta mánaðir í 2004 sum avloysari á skrivstovuni. Men tey flestu kenna betur Torfinn sum blaðmann á Trúboðanum. Hann byrjaði í hesum starvinum á sumri í 2008, og hevur sostatt verið miðlafólk í meira enn tíggju ár.
Hesi árini hevur hann skrivað og lagt til rættis sín stóra part av 259 bløðum, ið sum oftast hava verið 20 ella 24 blaðsíður. Eitt nú gjørdi Torfinn nógvar av samrøðunum í miðsíðunum á blaðnum, tilsamans 142 samrøður, umframt aðrar samrøður í blaðnum og umframt nakrar samrøður á nýggju netsíðuni hjá Trúboðanum. Eisini tók Torfinn sær av uttanlandstíðindum, at fáa fólk at skriva boðandi greinar, eins og nógvar aðrar uppgávur.
Á samkomuni í morgun takkaði Andrias Magnussen, aðalskrivari, Torfinni hjartaliga fyri hansara ídni og trúfesti í tænastuni øll hesi árini. Andrias handaði eisini Torfinni innbundnar árbøkur við øllum bløðunum, sum Torfinn hevur verið við til at gera.
Símun P. Jacobsen, formaður í Heimamissiónini, tók eisini orðið, eins og fleiri av starvsfeløgunum hjá Torfinni hesi árini. Umframt góð orð um nærlagnið hjá Torfinni og góðu evni hansara at skriva, komu fleiri inn á hansara stóra íkast til góða starvsfólkatrivnaðin. Torfinn er nevniliga sera hittinorðaður og hugfarsligur maður. Á samkomuni í morgun tók Torfinn millum annað til, at tað er ikki oftari enn so, at ein er við til sítt egna ervi.
Eisini her á Trúboðanum vilja vit takka Torfinni hjartaliga fyri hansara stóra íkast hesi meira enn tíggju árini, og ynskja honum blíðan byr og Guds signing á leiðini víðari.