Tribunan í nýggju høllini í Nesvík liðug

Í dag varð dúgliga stákað við at gera nýggju høllina í Nesvík klára. Stóra tribunan, ið hevur ikki færri enn 382 stólar, er liðug uppsett og roynd fleiri ferðir bæði í gjár og í dag. Í hesum sambandi varð døgurði og lagkøka fyri arbeiðsfólki, starvsfólki hjá Heimamissiónini og høvuðsstýrinum.

Nýggja høllin verður vígd leygardagin 27. apríl. Umframt nógv pláss á tribununi er pláss fyri eini 200 stólum á gólvinum. So uppá lítla løtu kann stóra spælihøllin umskipast, so 500-600 fólk kunnu sita.

 

Tribunan í nýggju høllini varð testað í dag. Uppá eina lítla løtu kann stóra spælihøllin umskipast til at 500-600 fólk kunnu sita. ?

Posted by Leguhúsið í Nesvík on Wednesday, April 17, 2019

 

> Les eisini: Nógv verður gjørt burturúr vígsluni í Nesvík leygardagin 27. apríl

Seinnapartin komu fólk frá svimjifelagnum Ægir til Nesvíkar at vaska nýggja partin av Leguhúsinum. Enn eru onkrir snøklar, so handverkarar arbeiða framvegis við at fáa allar teir síðstu endarnar uppá pláss.

LES EISINI  Takpapp lagt á
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina