Nógv verður gjørt burturúr vígsluni í Nesvík leygardagin 27. apríl

Í áravís hava mong børn, ung og vaksin um alt landið glett seg til víðkaðu karmarnar  í Leguhúsinum í Nesvík, og nú nærkast við stórum fetum, at nýggju hølini verða tikin í nýtslu! Tí leygardagin 27. apríl verða nýggja høllin og felagsøkið vígd, og nógv verður gjørt burturúr stóra degnum!

Í formansfrágreiðing síni á ársmøtinum seinasta leygardag avdúkaði Símun P. Jacobsen, formaður í Kirkjuligu Heimamissiónini, at víðkaðu karmarnir í Leguhúsinum í Nesvík verða vígdir leygardagin 27. apríl.

Yvirskipaða skráin er henda:

Kl. 16.00: Kaffi og kakur

Kl. 17.00: Vígsla

Taborkórið, The Gadders og Jan Jacobsen syngja

Kl. 18.30: Nátturði

Kl. 20.00: Sangløta

Magni Christiansen og VSJ syngja og spæla

Tiltøkini eru sjálvandi almenn, og øll eru hjartaliga vælkomin!

 

Dagin eftir, sunnudagin 28. apríl, væntast hundraðtals børn og vaksin úr øllum landinum at koma til Nesvíkar til felags sunnudagsskúla við gestum frá sjónvarpsrásini Sat-7 í Miðeystri.

LES EISINI  Kamarslonin: Málaraarbeiðið um at vera liðugt - timburmenninir kunnu fara í gongd
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina