Tvær avlýsingar

Fríggjadagin høvdu tilsamans 2912 fólk fingið fyrra prikið í samband við koppsetingina fyri covid-19. Meðan vit bíða eftir, at ein størri partur av fólkinum er koppsettur, fáa vit tíverri framhaldandi boð um avlýsingar.

Væl umtókta Kvinnutingið, sum á hvørjum ári samlar kvinnur úr øllum landinum, skuldi vera 6. februar, men er nú avlýst. Eftir ætlan skuldi stóra konfirmantlegan, har 100 tals ungdómar, sum ganga til prest, vera 12. og 13. mars, men hendan legan er eisini avlýst.

LES EISINI  Sat7 sendir skúlaundirvísing
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina