Tveir merkisdagar í somu viku

Farna vika var heilt sermerkt fyri formannin í Kirkjuligu Heimamissiónini, Símun Persson Jacobsen, tí ikki minni enn tveir merkisdagar vóru í somu viku. Týsdagin kundu Símun, og kona hansara Malene Egeberg Jacobsen, hátíðarhalda 25 ára brúdleypsdag. Tveir dagar seinni fylti Símun 50 ár.

– Tíðin, vit liva í, er merkt av jagstraninum eftir persónligari eydnu. Tað gert minni og minni vanligt, at hjúnarbandið er fyri lívið. Vit gleðast tí um at síggja tykkum, og synir tykkara, og tær vónir og dreymar sum tit hava útlivað saman og saman við Gudi øll hesi árini. Soleiðis sigur Andrias Magnussen, aðalskrivari, og heldur fram: – Takk fyri, at tit við tykkara lívi vísa okkum sannroyndina, at eitt gott hjúnarlag hvørki er hepni ella óhepni. Nei, tað er eitt val. At velja at brúka tíð saman, at luta tankar og dreyma, at fyrigeva, at geva seg til hvønn annan, at biðja saman og hvør fyri øðrum og at virða hvønn annan. Í einum kristnum hjúnarlagi er umráðandi, at báðir partar arbeiða fyri einum góðum hjúnarlagi, sum er bygt á Jesu fullgjørda sáttarverk.

LES EISINI  Nýggjársheilsan frá formanninum

Ætlanin var at hátíðarhalda dagarnar við at hava opið hús í Bygdarhúsinum á Strondum, men orsaka av støðuni við korona varð hetta avlýst. Í staðin varð dagurin hildin fyri nøkrum innbodnum. Tað var her, at Andrias Magnussen handaði silvurbrúðarparinum og føðingardagsbarninum málningin, sum Hilmar Højgaard úr Saltnesi hevur málað. Málningurin er gáva frá starvsfólkunum og høvuðsstýrislimunum í Heimamissiónini.

Kirkjuliga Heimamissiónin ynskir Malene og Símuni hjartaliga til lukku og Guds ríku signing víðari á lívsleiðini.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina