Tvey nýggj fólk á skrivstovuni í Nesvík

Í dag hevði Monika Maria Kristiansen (t.v.) sín fyrsta dag sum volontørur innan okkara barna- og familju arbeiði. Monika býr í Kollafirði, har hon er virkin í sunnudagsskúlanum. Hon er sett hálva tíð sum volontørur fram til summarið og kemur at arbeiða saman við barna- og familjuráðgevanum við samskipan av legum og tiltøkum.

Gunnvør Hentze (t.h.) kemur eisini at hjálpa okkum fram til summar ein dag um vikuna sum sjálvboðið starvsfólk. Hon kemur at hjálpa til á Trúboðanum og við ymsum fyrifallandi arbeiði á skrivstovuni.

Kundi tú hugsa tær at hjálpt til sum sjálvboðin í okkara arbeiði, so ert tú vælkomin at senda ein teldupost til jakup@mission.fo.

LES EISINI  Orðaskifti í KVF um avbjóðingar hjá kirkju og samkomum aftaná COVID-19
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina