Ummæli: The Chosen

Gloym alt um, hvat tú veitst um Jesus-filmar. Hetta er nakað heilt annað. Í eini heilt aðrari deild so at siga. The Chosen er ein røð við 8 pørtum fyri hvørja sesong. Fyribils hava tað verið 2 sesongir og hava tey ætlanir um 7 sesongir samanlagt. 

Vit gjørdust sera bilsin at síggja góðskuna í røðini. Hetta er eins væl framleitt og røðirnar, vit annars eru von at síggja á Netflix og líknandi. Hetta er bara um JESUS í staðin fyri onkran Hollywood leikara. Fyri tey, ið kenna imdb, so fær hann 9,8 út av 10 stigum. 

Eg setti meg fyrst at hyggja eftir honum sjálvur, men so fekk konan eisini hug at hyggja at honum. Tá vit vóru komin til part 6 samdust eg og konan um, at okkara gentur(12 og 14 ár) eisini máttu síggja røðina. So vit byrjaðu forfrá saman við teimum. Og nú er tað vorðið eitt lítið hæddarpunkt í okkara familju at seta okkum niður at hyggja at einum nýggjum parti. 

LES EISINI  List, vitnisburður og nærvera í Gallarí Bibelland

Tað er deiligt og kveikjandi soleiðis at “síggja” Jesus og soleiðis, sum hann var. Hvussu hann elskaði og elskar hin einkulta. Hvussu hann kennir hin einkulta. Persónliga dámar mær sera væl tær støður, tá Jesus tosar við ein sjúkan og fariseararnir krevja svar frá Jesusi, har Jesus bert ignorerar teir men varðveitir eygnasambandið við tann sjúka, tí tað er hann, ið hevur størsta týdningin. Ella hvussu hann er mótvegis børnunum. Jesus elskar veruliga børnini! Somuleiðis brúdleypið í Kána, har Jesus dansar og stuttleikar sær saman við lærusveinum sínum.

Hvar finna vit so henda filmin. Hann er ikki á Netflix ella nøkrum av teimum vanligu støðunum. Tey ið standa aftanfyri røðina hava sett sær sum mál at ein milliard menniskju fara at síggja røðina, og tí er hon ókeypis og ikki avmarkað á nakran hátt. Tó er man vælkomin at stuðla verkætlanini, so hon kann røkka enn longur. Triðja sesongin er longu rindað og 13% av fjórðu sesong somuleiðis. Í roynd og veru er hetta tann størsta crowdfunding nakrantíð. 

LES EISINI  Kristin filmur sterkur í Føroyum: I Still Believe um Jeremy Camp í biografinum

Eg vóni, at fleiri enn ein milliard menniskjur fara at síggja røðina. Ert tú tann næsti? 

ella

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina