Umstrítt lógaruppskot í Slovakia felt: Eingin fosturtøka, fyrrenn tú hevur hoyrt hjartaljóðið

Tríggir limir í konservativa tjóðarflokkinum í Slovakia skutu upp, at ein kvinna, ið vil hava fosturtøku framda, skal síggja eina ultraljóðskanning av fostrinum og hoyra hjartaljóðið, áðrenn hon kann fáa loyvi til fosturtøku, skrivar TV2 í Danmark.

Í Slovakia er sokallað frí fostutøka til og við 12. viku, eins og í Danmark. Endamálið við lógaruppskotinum var at geva kvinnuni nágreiniliga kunning um tað fostur, hon ber, so at hon veit, hvat hon ger. Uppskotsstillararnir løgdu millum annað dent á, at samfelagið ikki heldur fosturtøka vera eina góða loysn.

Hart kjak

Uppskotið varð felt í slovakiska tjóðartinginum í gjár, men áðrenn elvdi tað til hart orðaskifti, og Amnesty International savnaði eisini inn undirskriftir og mótmælti uppskotinum hvassliga.

Silvia Shahzad frá slovakiska ”Flokkinum fyri vanlig og sjálvstøðug fólk” segði, at tað ikki er í lagi at royna at broyta meiningina hjá kvinnum um tað at vera við barn við slíkum trýsti.

Slovakiska tjóðartingið hevur longu fýra ferðir í september havnað uppskotum um at taka fría fosturtøku av ella avmarka hana, men hetta lógaruppskotið er tað fyrsta, sum er komið til atkvøðugreiðslu. Í Slovakia verður nógv kjakast um fosturtøku, og hesa vikuna vóru túsundtals mótmælisfólk á gøtunum í høvuðsstaðnum Bratislava, bæði fyri og ímóti fríari fosturtøku.

LES EISINI  Fosturtøka: Nú mugu kirkjurnar taka ábyrgd

Amnesty og aðrir felagsskapir mótmæla

Amnesty International hevur seinastu vikuna saman við meira enn 30 øðrum mannarættindafelagsskapum biðið slovakiska tjóðartingið um at atkvøða ímót uppskotinum.

Í samrøðu við danska TV2 áðrenn atkvøðugreiðsluna segði Helle Jacobsen, programmleiðari fyri kyn hjá Amnesty Danmark, at uppskotið stríðir ímóti altjóða mannarættindum:

– Verður hetta uppskotið samtykt, verður tað eitt álvarsligt afturstig fyri rættin hjá kvinnum í Evropa at taka avgerðir um sín egna kropp, segði hon.

Helle Jacobsen segði seg óttast, at ein noydd ultraljóðskanning og tað at avspæla hjartarytmuna hjá einum óynsktum barni kann vera ein so óbehagilig uppliving, at tað kann ræða summi frá at fáa fosturtøku framda.

Retten til Liv finst hvassliga at Amnesty

Í eini hvassari viðmerking á facebookveggi sínum skrivar danski felagsskapurin Retten til Liv, at Amnesty ikki longur stríðist fyri tey veikastu, men hevur valt verjuna fyri fríari og ótarnaðari fosturtøku sum ein mannarætt.

– Tað er torført at fata, hvussu tað kann gerast ein mannarættindatrupulleiki, at ein kvinna velur sítt barn, um hon við at hoyra hjartaljóðið á tí, fær kærleika til tað. Tað er syrgiligt, at Amnesty, sum sigur stríð sítt fyri mannarættindunum vera “borið av virðing fyri, at vit øll hava sama virði sum menniskju”, hevur vent tí ófødda menniskjanum bakið: Ikki vert at hyggja at, ikki vert at lurta eftir, og als ikki vert at stríðast fyri, sigur Retten til Liv á facebook.

LES EISINI  Fosturtøka: Tey vóru samd í einum máli 

 

Kelda: TV2 í Danmark og Retten til Liv

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina