Undirhaldsvirðið skal ikki vera kirkjunnar virði

– Tað er eingin ivi um, at fólkakirkjan hevur stórar avbjóðingar. Í hvønn mun klára vit at fáa tey ungu inn í kirkjuna og soleiðis tryggja framtíðina? Eg trúgvi, at tað er við góðu fyrimyndini, at vit uppnáa nakað. Tað týdningarmesta fyri kirkjuna er at vera trúverdug í sínum máta at vera uppá, at vera har fyri fólkið og varðveita sítt trúvirði og vera greið í sínum boðskapi.

Jónsvein Bech er sóknarprestur á Tvøroyri. Í samrøðu við Trúboðan greiðir hann frá pørtum av sínum lívi, og um hví bæði dópsdagurin og páskadagurin hava so stóran týdning fyri hann, men hann umrøður eisini kirkjuna í dag og týdning hennara. Hann sigur millum annað, at hann trýr, at tað er kirkjunnar harri, sum í síðsta enda hevur stóra orðið at siga, og at hann heldur sítt lyfti, at hann skal fullføra sín gerning.

– Tað mugu vit líta á. Tað kann gott vera, at kirkjan ikki verður so talsterk, sum hon hevur verið, men tað mest týðandi er, at hon varðveitir sítt trúvirði sum Kristi kirkja. Kirkjan skal varðveita sín samleika. Okkum er ikki lovað nøkur succes-søga. Vit mugu ikki enda við, at tað er undirhaldsvirðið, sum skal vera virðið í kirkjuni. Hon skal tora at bjóða nøkur onnur virði enn samfelagið uttanum.

 

Les alla samrøðuna við Jónsvein í Trúboðanum, sum kemur út í dag, 20. mai.