Ung vitna: Rani Hansen

Rani Hansen

Vitnisburðurin er ein persónlig uppliving og umboðar sjónarmiðini hjá tí, sum hevur skrivað.

Fyri meg er tað eitt serligt vers, sum er ein uggi fyri meg og eg eri serliga góður við hetta versið. Hetta versið vendi eg ofta aftur til, tá ið tað følist at eg eri djúpt niðri í dalinum. Eitt vers, sum vísur hvussu kærleiksfullur okkara faðir er. Tað versið, sum eg vendi mær til er:

2 kor 5,21

Tann, sum ikki visti um synd, gjørdi hann til synd okkara vegna, fyri at vit skulu vera Guds rættvísi í Honum.

Hetta versið lýsir, at Jesus, tann sum hevur livað eitt rættvíst lív, ikki syndaði einaferð. Gud mátti leggja straffin á hann. Jesus tók allar okkara syndir á seg. Kristus var bannaður okkara vegna, sum tað stendur í Gal 3,13. Gud legði allan straffin á sín egna son, so at vit kunnu standa rættvísgjørd framman fyri Gudi í gjøgnum Jesus.

Eg haldi at hetta versið vísur hvussu kærleiksfullur okkara faðir er. Hann mátti ofra sín egna son, so at vit kunnu koma tættari at Honum. Tað er stórt í sær sjálvum at hann vil hava samband við okkum yvirhøvur, men tað ynskir hann. Hann elskar sín skapning so nógv at hann lat lív sítt fyri vinir sínar.

LES EISINI  Ung vitna: Áki Johannesen

Eg ynski bara at takka fyri frelsuna. Eg eri ikki frelstur tí at eg havi livað eitt gott lív, eg havi ikki uppiborið frelsuna, men alt hongur á tí, sum Jesus gjørdi á krossinum fyri meg og teg.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina