Ungar gentur framføra til missiónsvikuna á Strondum

Á Strondum hevur sangur altíð ljómað. Barnakórið, Effata, sangbólkar og solistar. Hetta hava strandingar havt stóra signing av í nógv ár.

Til missiónvikuna sungu nakrar ungar gentur. Genturnar eru millum 13 og 17 ára gamlar og eru allar av Strondum. Tær byrjaðu sum 6 gentur: Judit, Rannvá, Nomi, Erla, Poulina og Eyðbjørg. Seinni komu Pállfríða og Sólja eisini upp í og vóru tær tá 8.  Bjarta Á. Berthelsen, bleiv spurd um at spæla undir, og saman tóku Fríðhild Danielsen og Bjarta sær av hesum ungu gentunum.

Til eitt møti, har Fríðhild og Henrietta Arge Jacobsen skipaðu fyri, hugsaðu tær, at onkur framførsla skuldi verða. – Vit manglaðu onkra framførslu, so vit samlaðu tær, ið síðst vóru farnar úr barnakórinum, sigur Fríðhild, sum eisini hevur havt barnakórið á Strondum í næstan 15 ár. – Aftaná ta fyrstu framførsluna gekk ikki leingi til tær vóru bidnar til næsta møti, og síðani tá hava tær sungið til fleiri møtir á Strondum. Tað var eitt nokkso spontant projekt, sum bara bleiv til eitt lítið kór, leggur Fríðhild afturat.

LES EISINI  Nú byrja missiónsvikurnar 

Gentunum dámar sera væl at syngja saman í sangbólkinum. – Tað er øðrvísi og meir avbjóðandi, sangirnir eru torførari enn í barnakórinum, og vit syngja í fleiri røddum. Vit hava tað so gott saman, og tað ger eisini, at man tímir at halda áfram, siga genturnar. – Vit hava fylgst allan vegin gjøgnum sunnudagsskúla, barnakór, skúlan, junior og ungdómsmøti. Sangbólkurin hjá okkum er ein góður máti hjá okkum at halda áfram at fylgjast, siga Judit og Nomi.

Genturnar føla, at sangurin er teirra máti at vitna og fortelja um Jesus. – Nøkur hava tað torført við at tala, tí er tað so gott, at vit kunnu syngja. Tað er ongantíð einsligt, tí vit eru saman um sangin og boðskapin, sigur Erla. – Tað gerst eisini stuttligari, tí vit tora betri og betri, heldur Rannvá.

Genturnar eru allar samdar um, at tær vildu ikki verið sangin og felagsskapin í bólkinum fyri uttan.

LES EISINI  Sangframførsla: Í lívinum ofta tú leitar

Á missiónsvikuni sungu genturnar 4 sangir. Hoyr ein part av framførsluni í filmsbrotinum.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina