Ungdómur í missión

Leygarkvøldið var árliga jóladekoratiónskvøldið hjá teimum ungu í missiónshúsinum Tabor á Toftum. Seinnapartin komu tey saman at gera dekoratiónirnar, sum seinni um kvøldið skuldu berast út til eldri fólk í kommununi.

Klokkan 18.45 var andakt í Tabor, áðrenn tey umleið 45 ungu og eldri í bólkum fóru út til tey 45 heimini, sum ætlanin var at vitja.

Hetta er ein av stóru missiónsuppgávunum, sum tey ungu í Tabor standa í, og kanska tað størsta árliga missiónsátakið hjá missiónshúsinum út í kommununa. At umleið 45 heim fáa vitjan av ungum og eldri, sum koma við jóladekoratión og einum bíbliuorði, má sigast at vera missión. Móttøkan er góð, hóast ikki øll bjóða teimum vitjandi inn. Har tey verða boðin inn, er sum oftast eisini høvi til sang, eitt bíbliuorð og bøn. Fleiri bjóða eisini drekka ella okkurt góðgæti.

Tey gomlu á Sambýlinum Vesturskini fingu eisini vitjan. Har fekk Ingi høvi at heilsa uppá 104 ára gomlu langommuna, Mallu Olsen, sum var við til andaktina.

LES EISINI  Tabor á Toftum fingið nýggjan formann

Umleið klokkan 21.30 koma øll saman aftur í Tabor til drekka, rís-alamande og góðgæti. Tá er eisini ein lítil burturluting fyri ungdómsarbeiðið. Umleið 70 fólk vóru til hugnaløtuna.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina