Útsendingargudstænasta á Skála leygarkvøldið

Í sambandi við at Elisabeth Poulsen av Skála í heyst fer til Liberia at vera trúboðari, verður útsendingargudstænasta í Skála kirkju leygarkvøldið 21. september klokkan 19. Aftaná verður drekkamunnur í meinigheitshúsinum, har høvi verður at bera Elisabeth eina heilsan.

Tað er danski missiónsfelagsskapurin Promissio (fyrr Dansk Ethioper Mission), sum í samstarvi við føroyska felagsskapin Tæn Afrika sendir Elisabeth út í trúboðaratænastu. Frede Ruby Østergaard, aðalskrivari í Promissio, verður við til útsendingargudstænastuna saman við Símuni P. Jacobsen, sóknarpresti. Elisabeth hevur sjálv verið við til at stovna felagsskapin Tæn Afrika og menna tær verkætlanir, sum tey eru við í fleiri afrikanskum londum.

Í Liberia skal Elisabeth vera partur av skúladeildini hjá Luthersku kirkjuni; hon skal arbeiða við at menna lærararnar við ráðgeving og skeiðum. Meirilutin av lærarunum á teimum 28 skúlunum, sum kirkjan rekur, hevur onga formliga læraraútbúgving, og tí er stórur tørvur á meira innliti í ymiskar undirvísingarhættir og námsfrøðiliga grundan.

LES EISINI  Fokus á relatiónir og samstarv

Elisabeth er útlærd lærari og hevur fyrr arbeitt fyri Promissio/Dansk Ethioper Mission í bæði Botsvana og Etiopia, har hon hevur undirvíst børnum og vaksnum. Hon verður tann fyrsti persónurin í Promissio, sum hevur arbeitt í øllum trimum londunum, sum Promissio arbeiðir ella hevur arbeitt í.

Elisabeth byrjar í starvi sínum fyrst í oktober, og ætlanin er at ferðast millum Føroyar og Liberia. Tað merkir tríggjar-fýra mánaðir úti og so ein mánað heima, her hon skal hava møtir og greiða frá arbeiðnum.

Nú Elisabeth verður send út sum trúboðari, hevur Meinigheitshúsið á Skála, har Elisabeth hevur gjørt eitt stórt arbeiði, játtað at gerast sendimeinigheit. Tað merkir, at tey standa aftanfyri og stuðla, bæði við forbøn og peningaliga. Eftir útsendingargudstænastuna leygarkvøldið verður ein drekkamunnur í meinigheitshúsinum, har høvi verður at bera Elisabeth eina heilsan.

Í mai prátaði Trúboðin við Elisabeth um altjóða missión í sambandi við, at Tæn Afrika, sum Elisabeth stendur á odda fyri, helt trý ára stovningardag. Prátið kann hoyrast her.

LES EISINI  Nú kanst tú stuðla ymsum verkætlanum beinleiðis á Trúboðanum
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina