Útvarp og felagsskapur smelta kreativt saman

Tíðindaskriv: Týskvøldið 25. januar og fimm fylgjandi týskvøld skipar Lindin fyri “Kreativum týskvøldum”. 

Tann 25. januar Kl. 19,30 – 20,00 interviewar Jóhannes Miðskarð Martin Mohr í Grund um Gud og kreativitet. Martin Mohr í Grund er frontfigurur í bólkinum “Marstin and the revelators” ið hevur givið nógvar nýskapandi sangir út.

Eftir tað kunnu fólk luttaka í fýra verkstovum. 

Verkstovurnar eru “openspace” sum merkir, at tveir innleiðandi spurningar eru. Men so restina av tíðini er tað upp til tey fólk, ið møta upp í verkstovunum, ið avgera hvat verður gjørt á verkstovunum.  

Vegna korona verða bert online verkstovur fyrstu ferð.

Eyðbjørn Jacobsen er við í einum verkstovu, sum nevnist “Foto”. 

Jóhannes Miðskarð er við í eini verkstovu, sum eitur “Poddvarp”. Hann hevur framleitt tvær poddvarprøðir “Morgunbitin” og “Research in Leadership in Schools, Early Childhood Centers and Social Care Centers”.

Jórun Pólsdóttir er við í verkstovuni “Fuglar”. Jórun er kend frá “fuglatáttinum” í Kringvarpinum.

LES EISINI  Páskir á Børkop

Alfred Johannis Mortensen er við í verkstovuni “evangelisering”. Hann er trúboðari í Frankaríki.

Tað er púra óforpligtandi og ókeypis at vera við. Tað er onki krav um at møgulig gjørd produktir skulu nýtast til Lindina. Harafturat eru onki krøv til førleikar, um tú bara kundi hugsað tær at vita okkurt um t.d. at gera poddvarp, so vælkomin við; men tað er eisini fyri fólk, sum longu nú hava royndir við at gera poddvarp.  

Tað verður ikki varpað út frá verkstovunum – uttan so at onkur verður spurdur til interview (men tað er frítt at halda seg aftur). Tað er møguligt at vera eina ferð við ella at luttaka øll týskvøldini. Tiltakið er fyri fólk sum eru 15 ár og til so gomul sum fólk vilja vera við. 

Fólk, ið vilja vera við, vera biðin at skriva til lindin@lindin.fo og eina boð til ”Lindin – kristiligt kringvarp” á messenger. Hetta er soleiðis at tey vera koyrd í rætt rúm. 

LES EISINI  Lindin verður 20 ár - stuðulsdagur og opið hús leygardagin
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina