Vælljóðandi tónar frá The Gadders: Svikaligt er mítt hold

Ein av sangunum hjá norska sangevangelistinum Aage Samuelsen á nýggju fløguni “Handan Stjørnuhav” er “Svikaligt er mítt hold”, sum The Gadders syngja. Tað er Eyðun Jacobsen, sum hevur tikið stig til fløguna, sum kom út fyrr í hesum mánaðinum. Á fløguni er 16 sangir, og ein fjøld av ymiskum sangkreftum syngja sangirnar: Kvartettin í Betesda, The Gadders, Petur Hans Hansen, Bill Justinussen, John Kári Jacobsen, Magnus Poulsen, Oddbjørg Poulsen, Eyðun Jacobsen, Heine Lützen, Magni Christiansen, Andreas Hvannastein, Janus Jacobsen, Henny Gerðalíð, Zamar, Terje B. Vestergaard og Oasubrøður.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina