Við honum út á Golgata í nýggjari útgávu.

Onnur útgáva hjá Vøkstri er komin á bókamarknaðin.

Nógv avhildna Við honum út á Golgata, smálestrar til føstuna, er nú komin í bókabúðirnar.

Bókin fylgir Jesusi hansara líðingargongd fra Getsemane til Golgata. Talan er um 43 lestrar, stuttir tó djúpir, sum hjálpa lesaranum gjøgnum føstuna at hugsa um Jesu líðing. Hon er trúarstyrkjandi og gevur troyst, og er hon eitt gott amboð til at ogna sær boðskapin um Jesu deyða og uppreisn, páskaboðskapin.

Bókin er skrivað av kenda norska høvundanum Fredrik Wisløff. Petur Jacob Sigvardsen føroyskaði.

Bókin er at tøk á Manna.fo og kostar 225,- kr

LES EISINI  Hondskrivað mannakorn
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina