Videoadventskransurin: Shalom, friður á jørð
Eingin onnur løta á árinum er knýtt so nógv at hugtakinum, friður, sum júst jólini. Vit nevna hetta jólafrið. Hetta er vorðið gjørt til eina sveimandi framsýning um eina kenslu av friði við seg sjálvan og síni medmenniskju; og helst afturvið stillum jólatónleiki og einum kavakløddum, mánalýstum landsslagi sum fremstu sveimandi grund. Men ofta eru jólini als ikki so friðarlig; tí mong av okkum gevur tað betri meining at syngja danska jólasang Peter Fabers: ”Sikken voldsom trængsel og alarm.”
Tó gevur hetta eina ávísa ætlan at tosa um jólafrið; tí Bíblian sigur, ”at Jesus kom at bera frið til jarðar;” men bíbilskur friður snýr seg ikki um stilla, heita kenslu. Bíbilskur friður er ein heild ella reinleiki. Hesin friður varð borin til jarðar í Jesu persóni, Friðarhøvdinganum.
Sambært gamlari siðvenju, so hava øll fýra ljósini í adventskransinum sín serstaka týdning: vón, friður, gleði og kærleiki.
Í dag verður annað ljósið, friðarljósið, í okkara videoadventskransi, kveikt.
Her á Trúboðanum fara vit í ár at tendra ein heilt serstakan adventskrans, sum eru fýra stuttir sjónfílar. Hvønn leygardag í advent, tendra vit eitt av hesum ljósum við at vísa ein sjónfíl av teimum fýra evnunum, sum ljósini umboða.
Sjónbandið er gjørt í samstarvi við ”The BibleProject,” sum hevur givið okkum loyvi at umseta teirra tilfar til føroyskt.