Vit liva eisini í tí størru adventstíðini

“Heiður veri Gudi í hægsta himli, og friður á jørð og í menniskjum, sum Gud hevur tokka til!” (Luk 2,14)

Vitnir og boðberar

Nú ið adventstíðin er um at renna út, og halga jólahátíðin er væl komin til sjóndar í ársins havsbrúgv, verða vit enn einaferð mint um, at vit eiga ein kærleiksfullan og náðigan Gud, sum altíð heldur síni lyftir. Tí kundi einglaskarin eisini tóna út fyri hirðunum á Betlehems fløtum hendan heiðurin til Gud, tí teir vistu sum fremstu vitnir og boðberar, hvat hesin Guds Sonur var sendur í heimin til. Og hirðarnir vóru tey fyrstu vitnini í Ísrael og í heiminum øllum, sum fingu hesi gleðiboðini frá tí høga og kundu vitna um, hvat teir høvdu hoyrt og sæð.

Tað vóru stór gleðiboð, sum eingilin kunngjørdi hirðunum hesa náttina har úti á Betlehems fløtum, har teir goymdu at sínum seyðafylgjum. So stór tíðindi hava ongantíð áður og ei heldur síðan verið kunngjørd um allan heimin beinleiðis av himni. Tað farna skuldi leitast upp og bjargast inn í Guds Ríki, og hann, sum lá í krubbuni í fjósinum í Betlehem, skuldi til ásetta tíð útinna og fullgera frelsuverkið við sínum deyða og síni uppreisn.

Trúgv og álit

“Tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði. Og hetta skulu tit hava til merkis: Tit skulu finna eitt barn reivað og liggjandi í eini krubbu” (Luk 2,12).

LES EISINI  Prædika til jóladag

Boðini vóru heilt persónlig, at teimum var ein frelsari føddur. Og hesin frelsarin er ikki sum so mangir aðrir, men hann er Harrin Kristus, føddur í Dávids staði. Og hvussu skuldu teir so finna hann? Hann var reivaður og lá í eini krubbu.

At hirðarnir fóru beinanvegin at leita og vita um hesi tíðindi, sum hend vóru, er tekin um trúgv og álit á boðini, sum teir høvdu fingið.

Og gleðin um at hava sæð hann, og at boðini, teir høvdu fingið frá einglinum, samsvaraðu við tann veruleika, sum teir júst høvdu sæð við berum eygum, var so ovurstór, at teir lovaðu og prísaðu Gudi.

Síðani tá hava menniskju fingið hesi somu boðini, sum hirðarnir fingu, men tó ikki við einglaboðan, men av menniskjum, sum hava borið tey við sær og boðað tey víðari. Og at tey vórðu fest á blað tíðliga í tíðini, hevur á ein serstakan hátt gjørt, at tey ongantíð vórðu gloymd.

Út um allan heimin

Síðani tá hava hesi tíðindi verið boðað um allan heimin, og tey náddu eisini okkara veðurbardu klettar. Men hesi boðini steðga ikki við tí lítla Jesusbarninum, sum varð føddur í Betlehem, tí tey hava eitt nógv størri innihald. Sum framhald fáa vit eisini at vita, at okkum er í dag ein frelsari krossfestur, sum er Harrin Kristus. Hann er altíð at finna, tí hann reikar um í heiminum øllum fyri at leita upp hitt farna fyri at bjarga tí.

LES EISINI  Ung tosa um advent og jól

Tað hevði Heilagi Andin sannført gamla Símeon um, har hann stóð í templinum í Jerusalem við Jesusbarninum í føvninginum. Nú kundi hann fara í friði, tí eygu hansara høvdu sæð Guds frelsu, sum hann hevði búgvið til fyri øll fólkasløg, eitt ljós til at lýsa fyri heidnum monnum og eina dýrd fyri Ísrael, Guds fólki.

Um hettar var gamli Símeon sannførdur um fór at ganga út, og tað kunnu vit staðfesta í dag, at so varð. Boðini um frelsarans føðing í Betlehem og hansara fullgjørda frelsuverk á Golgata eru komin út um allan heimin.

Tað staðfestir fyri okkum, at Guds fyriboðan longu á fyrstu síðum í okkara Bíbliu og javnan borin fram av profetum í Gamla Testmenti fór at ganga út. Og soleiðis er trúgvin og álitið á Gud og hansara orð og lyftir lívsneyðugir partar í okkara andaliga lívi, at vit ikki lata okkum renna um koll av ymiskum skiftandi andans vindum.

Størsta jólagávan

Vit eru nú í adventstíðini, har tað snýr seg um Jósef og Mariu og Jesusbarnið í fjósinum í Betlehem, um hirðarnar og onnur, um okkara jólastákan og jólahald. Tað er sjálvandi eisini ein góð og hugnalig tíð hjá teimum flestu, men vit eiga ikki at gloyma, at vit liva eisini í tí størru adventstíðini, har hann, sum lá í krubbuni í fjósinum, og sum eisini hekk á krossinum hin Langa Fríggjadagin, fer at koma aftur á himmalsins skýggjum við miklum veldi til at døma livandi og deyð. Tí eiga vit at taka boðskapin um Guds frelsu til okkum, eins og Maria gjørdi tað: “Hon legði sær øll hesi orð í geyma og hugsaði um tey í hjarta sínum“ (Luk 2,19).

Tað er tað, sum er so týdningarmikið, at tað ikki bert verða jól í okkara høvdi, men eisini í okkara hjarta. Tí tá fata vit, at tað er Gud, sum hevur givið okkum ta størstu jólagávuna.

Alt gott um jólatræ, jólaprýði, jólagávur, jólamat og annað jólaligt, men at Gud lat son sín føða inn í henda heimin fyri at frelsa okkum, kann ikki hevjast nóg hátt yvir øllum her á fold. Tí at tað er tann, sum er vísur og vitugur, sum byggir lív sítt á klettin, Jesus Kristus.

LES EISINI  Heilsur frá útitrúboðarum

Tá kunnu vit við einglunum tóna út: “Heiður veri Gudi í hægsta himli, og friður á jørð, og í menniskjum, sum Gud hevur tokka til!”

Latið okkum tí hesi jólini leita okkum út á Betlehems fløtur skamt frá hirðunum og lýða á boðskapin og einglasongin fyri síðan saman við teimum fara inn í Betlehem og finna Jesusbarnið í krubbuni.

Gleðilig Jól

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina