– Vit síggja hvørt ár fram til missiónsvikuna, tí tað eru festdagar
Missiónsvikur hava verið fastur táttur í arbeiðnum hjá flestu missiónshúsum um landið í sera mong ár, men av og á hava nøkur hús roynt at hava onnur tiltøk í staðin. Nú Meinigheitshúsið í Havn gongur nýggjar leiðir, hava vit spurt Leilu Højgaard, stýrisforkvinnu í Tabor á Toftum, hvønn týdning missiónsvikan hevur á Toftum.
– Missiónsvikurnar hava verið við til, at nógv fólk eru komin til trúgv á Jesus Kristus. Nógvar vitnisburðar havi eg hoyrt ígjøgnum árini frá fólki, sum hava sagt frá, at tey vórðu vakt, komu til trúgv og eisini fingu borið sín fyrsta vitnisburð fram á eini missiónsviku. Hetta kann eg eisini siga frá mær sjálvari, so fyri meg hevur missiónsvikan stóran týdning, sigur Leila.
Leila greiðir frá, at fyrr vóru ikki so nógv tiltøk í missiónshúsinum, tí var missiónsvikan nakað heilt serligt, og fólk komu úr øðrum bygdum til møtini á Toftum.
Hetta við at avbygdarfólk koma til missiónsvikur, er ikki so vanligt longur, tó at nøkur framvegis koma; og nú er eisini nógv virksemi alt árið í missiónshúsinum, bæði á Toftum og aðrastaðni, men missiónsvikan er framvegis nakað heilt serligt, heldur Leila.
– Missiónsvikan bindir tey trúgvandi saman hesa vikuna. Tað skal nógv til, bæði andliga og tímiliga, fyri at fáa alt stáplað upp á beinini, og hetta gevur ein serligan felagsskap. Heitt verður á fólk um at biðja fyri missiónsvikuni. Vikuna frammanundan koma fólk saman at biðja fyri missiónvikuni, annaðhvørt í missiónshúsinum ella úti í ymiskum heimum.
Fólk eru spent og vilja, at gleðiboðskapurin má koma fram, so fólk venda um, koma til trúgv ella verða endurnýggjað. Summi taka sær enntá frí frá arbeiði hesa vikuna, tí hetta er ein festvika, og karmarnir skulu vera so góðir sum gjørligt.
Spurd, um missiónsvikan framvegis tænir sínum endamáli, svarar Leila: – Ja, tað haldi eg, at hon ger hjá okkum. Alla vikuna koma fleiri fólk enn vanligt, tó mest um vikuskiftið. Vit leggja dent á at boða orðið til veking og frelsu, meira kunnu vit ikki gera. Úrslitið liggur í Guds hondum, men vit vóna, at fólk koma til trúgv, ella verða endurnýggjað í trúnni.
Leila greiðir frá, at tey senda eina innbjóðing í hvørt hús í kommununi og royna sum heild at lýsa missiónsvikuna væl. – So øll vita, at missiónsvika er í bygdini, og at øll eru vælkomin.
Vit spyrja at enda, um tey nakrantíð hava umhugsað, um tíðin er við at fara frá missiónsvikuni. Leila svarar, at tað hava tey ongantíð tosað um. – Tað er altíð okkurt, sum kann gerast øðrvísi og møguliga betur, men at gera stórvegis broytingar ella seta nakað annað í staðin, er ongantíð komið upp á tal. Missiónsvikuni síggja vit hvørt ár fram ímóti, sigur Leila.