Vitjanin hjá Logos Hope er útsett
OM boðaði frá í gjár, at vitjanin hjá Logos Hope, sum skuldi vera 2. til 13. juli, er nú útsett vegna Korona.
– Vit eru sjálvandi ógvuliga hørm um hetta, tí vit gleddu okkum ómetaliga nógv til vitjanina í summar. Logos Hope, sum er okkara gamla Norrøna, hevur ikki verið í Føroyum síðani 2009, tá hon byrjaði sítt virksemi sum trúboðaraskip hjá OM. Føroyingar hava altíð tikið væl ímóti skipunum hjá OM, og vit eru vís í, at tað ikki hevði verið nakað undantak hesaferð, skrivar OM.fo
Tað harmar eisini leiðsluna á skipinum almikið, sum eisini hevði glett seg at koma til Føroya og takka føroyingum fyri tann stóra stuðul, sum skipið hevur fingið úr Føroyum.
Logos Hope skuldi eftir ætlan fara til Kanariuoggjarnar í apríl og mai, áðrenn tað kom til Evropa í juni, men orsaka av Korona hevur Spania stongt havnirnar fyri fremmandum skipum. Logos Hope fer nú at liggja í karibiska havinum í tríggjar mánaðar afturat.
Logos Hope liggur í løtuni í Kingston í Jamaika, men virksemið hjá tí er sera nógv skert vegna Korona. Skipið er stongt, og vitjandi sleppa ikki umborð.
– OM hevur sett av hósdagin 26. mars sum altjóða føstu- og bønardag fyri koronastøðuni í heiminum. Her í Føroyum fara vit eisini at skipa fyri onkrum í hesum sambandi. Nærri kunning um hetta kemur seinni, skrivar OM.fo