Vitnisburður: Drápið á vinkonuna leiddi hann til Jesus
Chaim stendur við byrsu í hondini. Á sofuni liggur besti vinur hansara saman við unnustu sínari. Av ókendari orsøk gongur eitt skot av. Skotið rakar fyrst veggin, síðani unnustuna hjá vinmanninum. Tey royna av øllum alvi at bjarga henni, men til fánýtis. Seinni um kvøldið doyr hon.
Chaim er 19 ára gamal, tá hetta hendi. Nú, 27 ár seinni, møti eg honum sum vertur í Opnu kirkjuni í Immanuelskirkjuni í Tel Aviv. Vit sita á einum bonki í gróðrarríka garðinum uttan fyri kirkjuna. Fuglasangur og heita sólin skapa eitt huglag, sum stendur í stórari andsøgn við tað, hann sigur frá.
At vaksa upp í Sovjetsamveldinum og Ísrael
Chaim greiðir frá sínum uppvøkstri. Hann var føddur í Sovjetsamveldinum, landafrøðiliga í Ukraina, har hann búði saman við familjuni, til hann var 11 ára gamal. Bæði foreldrini vóru verðsligir jødar, og vóru sera tilvitað um jødahatur og longsulin hjá jødum eftir egnum heimlandi.
– Sum barn hoyrdi eg ofta pápa siga, at jødarnir høvdu brúk fyri egnum heimlandi, sigur Chaim.
Í 1990 flutti familjan til Petah Tikva. At vera tannáringur og tilflytari í Ísrael skuldi vísa seg at vera sera trupult.
– Eg kom til Ísrael við vón um at verða væl móttikin av jødiska fólkinum, tí eg var sjálvur jødi. Men nei, tað hendi ikki. Pápi mín, sum var fyrst í fjørutiárunum, hevði tað eisini sera trupult, sigur Chaim.
Chaim tosar víðari um samskiftistrupulleikar, kjak og eina kensluliga óstøðuga tíð. Tað eydnast honum ikki at gerast partur av samfelagsskipanini í Ísrael, og hann kennir seg uttanfyri samfelagið.
– Tá eg var 17 ára gamal kendist tað sum eg rakti botnin í lívinum og royndi at taka mítt egna lív, sigur hann.
Hann skar í skøvningin, men blóðið rann ikki. Í dag takkar Chaim Gudi fyri, at tað gekk væl hjá honum.
Leitaði eftir meining
Chaim heldur fram at leita eftir meining við lívinum og roynir millum annað New Age, buddismu og satanismu.
– Eg leitaði eftir onkrum, men visti ikki hvørjum. Heimurin tyktist so órættvísur.
Hann kemur støðugt í fleiri trupulleikar. Eftir miðnámsskúlan átti hann at fara í herin. Tað gekk ikki soleiðis. Vegna vánaligu sálarligu heilsu skrivar sálarfrøðingurin eitt bræv til IDF, ísraelska herin, har hann mælir teimum frá at taka hann inn.
– Tú veitst, har hevði eg verði umringaður av vápnum alla tíðina. Tað hevði ikki verið gott fyri meg. Nei, tað hevði eg ikki megnað, staðfestir Chaim.
Deyðiliga náttin
Chaim vildi heldur liva stórbýarlívið, sum hann hevði sæð í sjónvarpinum og aðrastaðni. Hann flytur til Tel Aviv, inn í íbúðina hjá beiggja besta vinmanni sínum. Ein byrsa er í íbúðini. Tað er tá besti vinurin og unnusta hansara eru á vitjan í íbúðini, at vanlukkan hendir.
Chaim vildi bara spæla við byrsuna, men knappliga skjýtur hann eitt skot.
Kúlan, sum rakar unnustuna hjá vinmanninum, er ikki stór. Í fyrstuni halda tey, at hon ikki er rakt, men at hon hevur fingið ein skelk. Tey royna hjartastartara, men tað hjálpir ikki og hon spýr illa. Seinni er staðfest, at hon varð rakt, hevði hol í lungunum og royndirnar at geva fyrstuhjálp í veruleikanum elvdu til deyða hennara
Chaim kendi tað sum at hann nú aftur rakti botnin í sínum lívi.
– Seinni sat eg í fangaklivanum og hugsaði, at eg ikki vildi liva longur. Hvat er meiningin við lívinum? Tríggjar familjur vóru knústar orsakað av tí hevði gjørt. Eg var fullkomiliga ørkymlaður, men tað kendist sum um eg hoyrdi eina rødd siga: ’Einki gott kemur av, at tú doyrt; tað fer bara at føra til fleiri líðingar fyri øll.“
Chaim finnur frið í hesum og kennir seg hava skyldu at liva. Hann ynskir at taka annað skinn um bak, og um gjørligt at rætta síni mistøk.
Ein nýggj byrjan í Jerúsalem
Síðani flytur Chaim heim til foreldrini í Asdod. Ætlanin er at fáa sær eitt arbeiði, og tað ørkymlar hann, at foreldrini høvdu goldið fyri sakføraraútreiðslurnar í sambandi við rættarsakina; hann ynskti at taka ábyrgd og rinda teimum pengarnar aftur.
Ein dagin sat hann í døpurhuga og las. Tilvildarliga blaðaði hann aftur og fram og sá eina lýsing, sum vakti ans:
“Fyri náttúru- og djóraelskarar: Kom til Jerúsalem og ver sjálvboðin á einum bóndagarði.”
– Lýsingin tyktist vera skraddaraseymað til mín. Eg visti, at eg mátti kanna tann møguleikan, sigur Chaim.
Uttan at siga foreldrum sínum sannleikan fer hann til Jerúsalem saman við sínum besta vini, sum hevði mist unnustuna, og næstan hataði Chaim fyri tað, hann hevði gjørt.
Umskifti
Fólk úr nógvum ymiskum londum vóru á garðinum. Ein av teimum er ein amerikanari, sum byrjar at tosa við Chaim um Jesus.
– Uttan at hava hoyrt alt evangeliið, tók eg ímóti hansara boðum um at trúgva á Yeshua. Hann bað, og eg endurtók orðini: “Yeshua, um tú ert Ísraels Messias, fyrigev mær mínar syndir, frels meg og lat Heilaga Andan búgva í mær.”
– Eg skilti ikki alt. Síðani segði hann: “Vís mær kærleika tín.” Eg endurtók hendan setningin við afturlatnum eygum. Innan í mær sá eg eina aldu koma skolandi í búki mínum. Tað fylti alt likamið, og eg kendi eina sterka megi, sum eg ongantíð áður havi kent. Tað kendist sum ein likamligur kærleiki fylti meg. Og eg visti, at tað var Gud, sigur Chaim.
– Seinni las eg, at Jesus segði: “Tann, sum trýr á meg, úr lívi hansara skulu, soleiðis sum skriftin hevur sagt, renna løkir við livandi vatni.” Men hetta segði hann um andan, sum teir, ið trúðu á hann, skuldu fáa; tí at enn var andin ikki komin, við tað at Jesus enn ikki var vorðin dýrmettur. (Jóh. 7,38-39).
Og fyri fyrstu ferð í 19 ár kennir Chaim seg livandi.
– WOW, er tað Gud? Og hann elskar meg? Og hann er veruligur? Hetta var størsta løtan í mínum lívi, minnist Chaim við táravátum eygum.
Nú arbeiðir Chaim í Ísraelska bíbliufelagnum og er vertur í Opnu kirkjuni í Immanuelskirkjuni, har hann fær høvi at siga gleðiboðskapin fyri teimum mongu vitjandi. Hann sigur, at opinleikin, hann nú upplivir millum ísraelar, er stórur.
Ásbjørn Jacobsen, umsetti
Kelda: Den Norske Israelsmisjon
Orð: Synnøve Aarskog
Mynd: Sigmund Søvde