Volontør-møguleiki í 2026 – ger ein mun í ungdómsarbeiðinum
Hevur tú hjarta fyri ungdómsarbeiði? Hevur tú hug at royna teg fulla tíð í missión? So er hetta ein fantastiskur møguleiki hjá tær!
Heimamissiónsungdómur (HMU) leitar eftir einum volontøri í 2026 til sítt fjølbroytta arbeiði, sum verður gjørt við tí endamáli, at so nógv ung sum gjørligt kunnu hoyra góða boðskapin um Jesus Kristus og læra at fylgja honum eftir!
Sum volontørur hjá HMU kemur tú serliga at hava ymiskar samskipandi og praktiskar uppgávur í samband við legur og tiltøk hjá HMU. Alt eftir tínum áhuga og evnum kunnu uppgávurnar umfata m.a. fylgjandi
- Byggja upp og menna ungdómsarbeiðir kring landið
- Hjálpa ungdómsráðgevanum við ymiskum uppgávum og tiltøkum, so sum legur, skeið og ymiskar aðrar áhugaverdar uppgávur
- Hjálpa til við at røkka ung umvegis sosialar miðlar
- Hjálpa við tilrættislegging av KUMPAS, bíbliulesiætlanini til ung
- Hjálpa til á HM-skrivstovuni við ymiskum uppgávum fyri ungdómsráðgevan og umsitingina annars
Tú kemur at arbeiða undir ungdómsráðgevanum hjá Heimamissiónini, umframt at hava samband við nógv sjálvboðin. Volontør-starvið krevur, at tær dámar og dugir at samstarva við nógvum ymsum fólki, og at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt. Starvsstaðurin er á Føroya Barnaheimi í Tórshavn, har HM-skrivstovan flytur í næstum. Volontørurin fær eina mánaðarliga samsýning á 6000 kr. umframt ferðaútreiðslur endurgoldnar.
Um tú hevur áhuga, kanst tú skriva eina stutta umsókn, har tú greiðir frá:
- Hví tú ynskir at vera volontør
- Tínar styrkir, sum tú ynskir at kunna brúka í starvinum
- Tínar royndir innan kristiligt arbeiði, bæði lokalt og td. frá legum.
Umsóknin skal sendast til jakup@mission.fo. Freistin at søkja er 11. januar og starvið verður sett skjótast gjørligt í 2026.
Hevur tú spurningar ella vilt tú bara vita meira um møguleikan, ert tú eisini vælkomin at seta teg í samband við aðalskrivaran, Jákup Brúsá, á tlf. 720720 ella jakup@mission.fo.
Jákup Brúsá
