100 ung á ungdómslegu
Í gjár 13. juli byrjaði ársins ungdómslega hjá Heimamissiónsungdómi. 100 ung vóru tilmeldað og møttu spent upp til leguna.
Evnið á leguni í ár er “Jesus, what’s in it for me?”. Endamálið við leguni og evninum er at vísa teimum ungu á týdningin við at velja Jesus, og hví tey skulu velja hann. Tá tey hava so nógvar aðrar valmøguleikar – hví Jesus.
Leiðararnir úr Nesvík senda eina áheitan út til okkara fólk í heimamissiónini at biðja fyri teimum ungu og fyri leguni.
Sí myndir omanfyri.