60+ eydnaðist væl

Umleið 120 fólk, 60 ár og eldri, høvdu teknað seg til tiltakið 60+, sum varð hildið í Leguhúsinum í Nesvík næstseinasta leygardag.Tiltakið byrjaði við morgunmati klokkan 10. Síðani hevði Regin Høgnesen, trúboðari, eina andakt.

Søgur um sangir
Tað fyrsta, sum var á skránni hendan fyrrapartin, var, at fýra fólk tosaðu um ein ávísan sang, sum teimum dámdu væl og hevði havt serligan týdning fyri tey. Síðani varð sangurin sungin. Tey fýra fólkini vóru Hanus Lassen, Klaksvík, Bergtórur Bjarkhamar, Hvalvík, Heri Tróndheim, Argir og Jonna Johannessen, Hellurnar. Sangirnir, tey tosaðu um, vóru ávíkavist Mín Jesus, eg vil tær nú prísa; Eg livi og veit; Jesus, hitt einasta og Tá basúnin ein dag ljóða skal.

Eigur at verða endurtikið
Seinnapartin hevði Ann Dahl Hansen, prestur, ein fyrilestur og sorg og kreppu, og aftaná hevði Pól Johannesen, trúboðari, eina samrøðu við Ågot og Óla Poulsen, Klaksvík, um hetta sama evnið. Meira um hetta er at lesa í Trúboðanum, sum kemur út í dag. Tá endað varð umleið klokkan 16, spurdi Heri Tróndheim, sum leiddi tiltakið, hvat fólk hildu um hetta, og um tað var vert at taka uppaftur. Tað var breið semja millum luttakararnar, at slíkt tiltak átti at takast uppaftur, kanska einar tvær ferðir um árið. Fólk vóru sum heild sera væl nøgd við dagin.