Hans Nielsen Hauge 1. partur: Kallið
Tann 5. apríl 1796 gekk Hans Nielsen Hauge og sang meðan hann pløgdi. Eins og so mong hava upplivað, so kann ein sálmur, betri enn nakað, seta orð á okkara innastu tankar og kenslur. Soleiðis var eisini hjá unga norska bóndanum, sum fyri tveimum døgum síðan var blivin 25 ár.
Seinastu tíðina hevði Hauge kent ein longsul eftir at vera nærri Kristi. Men samstundis upplivdi hann at tað var so nógv, sum helt honum føstum í syndini og longslinum eftir øllum tí, sum hoyrdi heiminum til. Á undranarverdan hátt setti nýggi sálmurin, sum týski lærarin og gudfrøðingurin Johan Ludwig Konrad Allendorf hevði skrivað, orð á hurlivasan í tonkum og kenslum hansara.
Jesus, at verið saman við tær
leingist mær eftir í hjarta og sinn’.
Tak meg frá øllum, sum heldur mær,
drag meg til, nýggja byrjan, inn!
Vís mær mítt máttloysi og stríð,
vís tú mær spillunnar dýpi í mær,
at náttúran hevur havt sína tíð;
andin ynskir at liva tær nær.
Hans Nielsen Hauge rykti í teymarnar og steðgaði rossinum. Hann hugdi ímóti himli og sang víðari:
Styrk meg og Harri í sálini inni,
at eg kann skilja hvat andin hann kann.
Í talu meg fanga, og sinni,
vís mær á leið har eg ganga man.
Meg og mítt egna eg gjarna vil lissa,
um tú í mínari sál setur búgv.
Og fótafestið tað ónda má missa,
tað sum órógvar mína trúgv!
(Umsett við áherðslu á týdningin, ikki til lagið)

Í somu løtu, sum seinastu tónarnir í øðrum versi spældu ímóti himli, hendi nakað, sum fekk so stóran týdning, at tað broytti ikki bara Hauge, men alt landið. Tað hevði so stóra ávirkan, at tað er breið semja um at Norra, enn í dag, hevði verið heilt øðrvísi, um hetta ikki var hent. Hans Nielsen Hauge greiðir soleiðis frá:
Sinnið bleiv so hugtikið av Gudi, at eg ikki gáaði eftir ella fái sagt hvat hendi í mínari sál, tí eg var uttan fyri meg sjálvan. Eg helt at einki í heiminum hevði nakað at týða, og iðraði meg um at eg ikki hevði tænt tí góða Gudi, sum er yvir øllum. Sálin kendi okkurt yvirnatúrligt, guddómligt, og sáligt. Tað var ein dýrd, sum eingin kann greiða frá. Eingin kann taka hetta frá mær, tí eg veit at frá hesi løtu var mín andi fyltur av øllum tí góða. Serliga kendi eg ein inniligan og brennandi kærleika til Guds og næstan. Sinnið var vorið nýtt, og eg syrgdi yvir allar syndir, og føldi eina djúpa trongd til at alt fólkið skuldi fáa lut í hesum saman við mær. Ein djúpur hugur at lesa í bíbliuni, og Jesu egnu læru, fylti meg. Eg fekk eitt nýtt ljós, so eg skilti hana, og kundi binda saman læruna hjá øllum gudsmonnunum til hetta eina endamálið: Kristus kom sum okkara frelsari, og vit skulu føðast av nýggjum við hansara anda, umvenda okkum, halgast meira og meira Guds eyðkenni til einans at tæna tí tríeinda Gudi, og reinsa okkara sál, og gera hana klára til ævigu sæluna.
Tá var tað eins og eg sá heimin, sokkin niður í tað ónda, og eg bleiv gripin av sorg. Eg bað Gud bíða við revsingini, so nøkur kundu venda um. Nú ynskti eg at tæna Gudi. Eg bað hann siga mær, hvat eg skuldi gera? Tá hoyrdi eg innan í mær: tú skal viðurkenna mítt navn fyri fólkinum, leggja teimum eina við at venda um, og leita eftir mær meðan eg eri at finna, kalla á meg tá ið eg eri nær og nerti teirra hjørtu, so tey venda um frá myrkrinum til ljósið.
Sterka upplivingin av Gudi, ið var Hauge fyri, úti á bønum henda várdagin, bleiv ein varði á vegnum í lívi hansara. Tá ið hann kom heim hetta kvøldið, var hann ikki at kenna aftur. Andlitið lýsti av eyndurloystari gleði, og hann tosaði eldhugaður um Guds kærleika – Tey fyrstu eg tosaði við vóru systkin míni. Seinni greidda hann frá, at hetta førdi við sær, at tvey teirra fingu eitt broytt sinni sama dag. Seinni “vaknaðu” hini systkinini eisini.
Guds kærleiki var birtur í hjartanum á Hans Nielsen Hauge. Samstundis hevði hann fingið eitt kall til at tala Guds ríkis søk.
Fyrstu vikurnar aftaná tað, hann hevði upplivað á bønum, hevði Hauge ongan matarlyst. Hvørki vátt ella turt hevði hann hug til. Hann svav bara nakrar fáa tímar um samdøgri, og brúkti tíðina at “maraton” lesa í bíbliuni. Men um onkur kom at vitja á garðinum, sleit hann seg leysan frá lesnaðinum, at tosa við tey. – Eg nýtti hvørt høvi at viðurkenna Guds navn, og eg tosaði við fólk um Guds náði og kærleiksfulla vilja til frelsu av sálum teirra, greiddi Hans Nielsen Hauge seinni frá og helt fram: – hetta nam fleiri og fleiri. Nøkur teirra, sum ikki skiltu hvat ávirkaði tey, ella møguliga stóðu ímóti sannleikanum, søgdu at tey blivu ør um eg tosaði meira við tey. Onnur gjørdust sorgarbundin um at tey ikki høvdu tænt Gudi og leitaðu, eins og eg, í Guds orð.
Tíðindini um at Hauge var broyttur fóru um alla bygdina. Nøkur royndu at sannføra hann um, at hann skuldi taka tað róligari og kanska finna ein millumveg. Tí, sum tey spurdu “hvat megnar ein ólærdur bóndasonur ímóti einum heimi fullum av vantrúgv?”
– Eg fór at ivast í um fólkið nakrantíð fór at viðurkenna sannleikan, tí tey flestu vanvirdu míni orð og háðaðu meg. Nøkur vóru líkasæl, og fá vóru hjartalig. Tá rópti eg á Gud, og græt so illa at tárini floymdu. Eg bað Harran taka hesa ábyrgd frá mær, og í staðin senda ein biskup ella onkran við høgari tign. Hesir høvdu møguliga fingið fólkið at lurta, tí mær lurtaðu tey ikki eftir, hóast eg hevði biði sum í Jesaja 6: Send meg!”
Komandi árini ferðaðist Hauge runt í Norra og boðaði Guds orð. Tað hendi tó fleiri ferð at ferðin bleiv steðga, tí hann bleiv settur í fongsul. Men nógv tóku við trúgv, og Haugiska rørslan vaks skjótt ymsastaðni í Norra. Samstundis stríddist Hauge ímóti fátækradømi og arbeiðsloysi, við at seta nýggj virki á stovn, samstundis sum hann gav kvinnunum nýggjar og meira sjónligar uppgávur.
FAKTABOKS:
Í ár hevði norski trúboðarin Hans Nielsen Hauge verið 250 ár. Tað minnast vit á Trúboðanum við einari lítlari greinarøð um trúboðarin, sum broytti Norra, hóast hann sat fongslaður næstan helvtina at tíðini hann var virkin.
Hann gav sær eisini stundir at skriva bøkur, og eftir fáum árum var Hauge mest lisni rithøvundur í Norra. Fyrstu 8 árini av virki hansara blivu prentaðar nærum 250.000 bøkur. Í Norra vóru tá færri enn 800.000 íbúgvar.
Men Hauge var ein tornur í holdið á myndugleikunum. Franska kollveltingin stóð sum eitt ræðudømi um hvat kundi henda, um fjøldin fór at gera um seg. Og at enda sendi krúnprinsurin, á donsk-norsku trónuni, boð um at handtaka Hauge.
Í greinunum í hesari røðini, fara vit at hyggja eftir hvussu arbeiði hjá Hauge førdi við sær m.a. betraðar arbeiðsumstøður, nýggja grundlóg og seinni eisini at kvinnur fingu valrætt. Tí hóast Hauge var nógv ár í fongsli, so fekk lív hansara ikki bara týdning fyri tey í hansara samtíð, sum vóru áhugaði í tí andaliga. Nei, Hauge broytti Norra og eftirtíðina.
Skrivað hevur Carsten Fonsdal Mikkelsen
Rosalind Olsen umsetti