Matteus 23,16-28
Teksturin í dag er Matteus 23,16-28
Andrias Magnussen lesur.
v16 Vei tykkum, blindir leiðbeinarar! Tit siga: «Um onkur svør við templið, tá sakar tað einki; men tann, ið svør við gullið í templinum, hann er sekur.» v17 Tykkara býttlingar og blindu! Hvat er mætari, gullið ella templið, ið halgar gullið? v18 Og: «Um onkur svør við altarið, tá sakar tað einki; men tann, ið svør við gávuna, sum er á tí, hann er sekur.» v19 Tit blindu! Hvat er mætari, gávan ella altarið, ið halgar gávuna? v20 Tann, sum tí svør við altarið, hann svør við tað og við alt, sum á tí er. v21 Og tann, ið svør við templið, hann svør við tað og við hann, sum í tí býr. v22 Og tann, ið svør við himmalin, hann svør við hásæti Guðs og við hann, sum í tí situr. v23 Vei tykkum, skriftlærdir og Farisearar, tykkara falsarar! Tí at tit tíggjunda myntu og dild og kumman, og leggja tað eftir, ið vegur meira í lógini, rættferð og miskunn og trúskap. Hetta átti at verið gjørt, og hitt ikki verið ógjørt. v24 Tykkara blindu vegleiðarar! Tit, ið síla mýggjabitið frá, men gloypa kamelinum! v25 Vei tykkum, skriftlærdir og Farisearar, tykkara falsarar! Tí at tit reinsa bikarið og fatið uttan; men innan eru tey full av ráni og óhógvi. v26 Tín blindi Fariseari! Reinsa fyrst bikarið og fatið innan, til tess at tey eisini kunnu verða rein uttan. v27 Vei tykkum, skriftlærdir og Farisearar, tykkara falsarar! Tí at tit líkjast kálkaðum grøvum, sum síggja vakrar út uttan; men eru fullar innan av deydningabeinum og allari óreinsku. v28 Soleiðis síggja tit eisini rættvísir út uttan fyri monnum; men innan eru tit fullir av falsi og órætti.