Matteus 24,43-51
Teksturin í dag er Matteus 24,43-51
Ólavur Jacobsen lesur.
v43 Men tað skilja tit, at um húsbóndin hevði vitað, í hvørji økt um náttina tjóvurin kom, tá hevði hann vakt og ikki latið verið innbrot í hús síni. v44 Av hesi orsøk skulu eisini tit vera búnir; tí at menniskjusonurin kemur í teirri stund, sum tykkum ikki varir. v45 Hvør er so hin trúgvi og hygni húskallurin, sum húsbóndin hevur sett yvir húsfólk sítt at geva teimum føðina í rættari tíð? v46 Sælur er tann húskallur, sum húsbóndin, tá ið hann kemur, finnur berandi seg soleiðis at. v47 Sanniliga sigi eg tykkum: hann skal seta hann yvir øllum ognum sínum. v48 Men um hin ringi húskallurin hugsar við sær sjálvum: «Húsbóndi mín bíðar við at koma;» v49 og hann so fer at sláa lagsmenn sínar, og etur og drekkur í felagi við drykkjumonnum, v50 tá skal húsbóndin hjá hesum húskalli koma á tí degi, sum hann ikki væntar, og í tí tíma, sum hann ikki veit av; v51 og hann skal høgga hann sundur og lata hann fáa part saman við falsarunum; har skal verða grátur og tannagrísl.