Matteus 25,1-13

 

Teksturin í dag er Matteus 25,1-13

Ólavur Jacobsen lesur.

v1 Tá skal himmiríkið verða líknað við tíggju moyggjar, sum tóku lampur sínar og fóru út at møta brúðgóminum. v2 Men fimm teirra vóru óhygnar og fimm hygnar. v3 Tí at hinar óhygnu tóku lampur sínar, men tóku onga olju við sær; v4 men hinar hygnu tóku olju við í konnum sínum aftrat lompum sínum. v5 Men við tað at brúðgómurin dvøldi við at koma, kom tyngd á tær allar, og tær sovnaðu. v6 Men um midnátt kom róp í: «Sí, nú kemur brúðgómurin! Farið út at møta honum!» v7 Tá vaknaðu allar hesar moyggjarnar og fóru at gera lampur sínar til. v8 Men hinar óhygnu søgdu við hinar hygnu: «Latið okkum fáa eitt sindur av olju frá tykkum, tí at lampur okkara slokna.» v9 Men hinar hygnu svaraðu og søgdu: «Nei, tað fer ikki at røkka til hjá okkum og hjá tykkum við. Farið tit heldur til teirra, ið selja, og keypið tykkum sjálvum.» v10 Meðan tær nú fóru avstað at keypa, kom brúðgómurin; og tær, ið búnar vóru, fóru við honum inn til brúdleyps; og dyrnar vórðu latnar aftur. v11 Men seinni komu eisini hinar moyggjarnar og søgdu: «Harri, harri, lat okkum upp!» v12 Men hann svaraði og segði: «Sanniliga sigi eg tykkum, eg kenni tykkum ikki.» v13 Vakið tí, tí at tit vita hvørki dagin ella tíman!