Matteus 27,11-26
Teksturin í dag er Matteus 27,11-26
Torleif Johannesen lesur.
v11 Men Jesus stóð framman fyri landshøvdinganum. Og landshøvdingin spurdi hann og segði: «Ert tú kongur Jødanna?» Men Jesus segði: «Tú sigur tað sjálvur.» v12 Og meðan hann varð klagaður av høvuðsprestunum og hinum elstu, svaraði hann einki. v13 Tá sigur Pilatus við hann: «Hoyrir tú ikki, hvussu nógv teir vitna ímóti tær?» v14 Og hann svaraði honum ikki aftur, ikki upp á eitt einasta orð, so at landshøvdingin undraðist stórliga. v15 Men um hátíðina var landshøvdingin vanur at sleppa fólkinum einum fanga leysum, sum tey sjálv vildu. v16 Og ta ferðina høvdu tey ein tiltiknan fanga, nevndan Barabbas. v17 Tá ið tey nú vóru saman komin, segði Pilatus við tey: «Hvønn vilja tit, at eg skal geva tykkum leysan, Barabbas ella Jesus, ið kallast Kristus?» v18 Tí at hann visti, at tað var av øvund, at teir høvdu givið hann upp til hansara. v19 Men meðan hann sat í dómarastólinum, sendi kona hansara boð til hansara og segði við hann: «Fást tú ikki við henda rættvísa mannin, tí at eg havi útstaðið nógv í dag í einum dreymi fyri hansara skuld.» v20 Men høvuðsprestarnir og hinir elstu elvdu mannamúgvuni til, at tey skuldu biðja um Barabbas og um, at Jesus skuldi verða tikin av lívi. v21 Men landshøvdingin tók til orða og segði við tey: «Hvønn av hesum báðum vilja tit, at eg skal geva tykkum leysan!» Men tey søgdu: «Barabbas!» v22 Pilatus sigur við tey: «Hvat skal eg tá gera við Jesus, sum er kallaður Kristus?» Tey siga øll: «Lat hann verða krossfestan!» v23 Men hann segði: «Hvat ilt hevur hann tá gjørt?» Men tey rópaðu bert hvaðna harðari og søgdu: «Lat hann verða krossfestan!» v24 Men tá ið Pilatus sá, at hann einki maktaði, men at ófriðurin heldur tók til, tók hann vatn og vaskaði sær um hendurnar, so mannamúgvan sá, og segði: «Eg eri ósekur í blóðinum á hesum rættvísa manni. Síggið tit til tað!» v25 Og alt fólkið svaraði og segði: «Blóð hansara komi yvir okkum og yvir børn okkara!» v26 Tá slepti hann teimum Barabbasi leysum, men Jesus læt hann húðfleingja og gav hann upp til teirra at verða krossfestan.