Lukas 2,21-24
Teksturin í dag er Lukas 2,21-24.
Pól Jóhannessen lesur.
Teksturin er úr nýggjá sáttmálanum.
v21 Áttanda dagin eftir føðingina var drongurin umskorin og fekk navnið Jesus, sum eingilin hevði sagt, áðrenn hann var gitin í móðurlívi. v22-24 Maria varð verandi heima mánaðin eftir føðingina, til reinsanardagarnir vóru lidnir. Tá fóru foreldrini til Jerusalem við dreinginum at bera hann fram fyri Harran og ofra tveir dúgvuungar, sum siður var. Í lógini stendur skrivað: “Fyrst fødda dreingjabarnið er halgað Harranum, og ofraðir verða tveir dúgvuungar.”
Teksturin frá biblia.fo
v21 Og tá ið átta dagar vóru lidnir, og hann skuldi verða umskorin, tá varð navn hansara kallað Jesus, soleiðis sum tað var kallað av einglinum, áðrenn hann var gitin í móðurlívi. v22 Men tá ið reinsunardagar teirra eftir Móselógini vóru úti, fóru tey við honum niðan til Jerúsalem fyri at føra hann fram fyri Harran, – v23 eftir tí sum skrivað stendur í lóg Harrans: «Alt kallkyn, sum fyrst opnar móðurlív, skal kallast Harranum halgað,» – v24 og fyri at bera fram eitt offur, eftir tí sum sagt er í lóg Harrans: «Tvær turtildúvur ella tveir dúvuungar.»