Lukas 6,12-19

 

Teksturin í dag er Lukas 6,12-19

Ólavur Jacobsen lesur.

v12 Men tað bar so á um hetta mundið, at hann fór niðan á fjallið at halda bøn, og hann var har alla náttina í bøn til Guðs. v13 Og tá ið dagurin kom, kallaði hann lærusveinar sínar til sín og valdi út tólv av teimum, sum hann eisini nevndi ápostlar: v14 Símun, sum hann eisini nevndi Pætur, og Andrias, bróður hansara, og Jákup og Jóhannes og Filippus og Bartolomeus v15 og Matteus og Tummas og Jákup, son Alfeusar, og Símun, sum tey kalla Zelotes, v16 og Judas, son Jákups, og Judas Iskarjot, sum varð svikari. v17 Og hann fór oman við teimum og steðgaði á einum slætta, og har var tá ein stórur flokkur av lærusveinum hansara og ein stór mongd av fólki úr allari Júdeu og Jerúsalem og frá sjóvarbygdunum við Týrus og Sidon, sum komin vóru at hoyra hann og at fáa heilsubót fyri sjúkdómum sínum. v18 Og tey, ið plágað vóru av óreinum andum, vórðu grødd; v19 og øll mannfjøldin royndi at sleppa at nema við hann, tí at ein kraft gekk út frá honum og grøddi øll.