Lukas 8,26-39

 

Teksturin í dag er Lukas 8,26-39

Torleif Johannesen lesur.

v26 Og teir komu at landi í bygdarlaginum hjá Gerasenum, sum er beint yvir av Galileu. v27 Men tá ið hann kom upp á land, kom ímóti honum ein maður úr bygdini, sum illir andar vóru í; og langa tíð hevði hann ikki verið í klæðum og hevði ikki heftst við hús, men hildið til í gravarhellunum. v28 Men tá ið hann sá Jesus, skar hann í róp og fell niður fyri honum og segði við harðari rødd: «Hvat havi eg at gera við teg, Jesus, sonur Guðs hins hægsta? Eg biði teg, at tú ikki mást pína meg!» v29 Tí at hann beyð hinum óreina andanum at fara út úr manninum. Tí at í langar tíðir hevði hann tuskað um við honum, og hann hevði verið bundin við leinkjum og fótfjøtrum og havdur í varðveitslu; og hvørja ferð hevði hann kvett bondini og varð av hinum illa andanum rikin út í oyðimerkurnar. v30 Men Jesus spurdi hann og segði: «Hvat er navnið títt?» Men hann segði: «Legión»; tí at mangir illir andar vóru farnir inn í hann. v31 Og teir bóðu hann, at hann ikki mátti áleggja teimum at fara niður í avgrundina. v32 Men har var eitt stórt svínafylgi, sum gekk á biti á fjallinum; og teir bóðu hann at loyva sær at fara inn í tey, og hann loyvdi teimum tað. v33 Men hinir illu andarnir fóru út úr manninum og fóru inn í svínini, og fylgið stoyttist oman av hamrinum í vatnið og kódnaði. v34 Men tá ið hirðarnir sóu tað, sum hent var, rýmdu teir og bóru tíðindi um hetta inn í staðin og út um bygdir. v35 Og tey fóru út at síggja tað, sum hent var, og tey komu til Jesus og funnu mannin, sum hinir illu andarnir vóru farnir út úr, sitandi ílatnan og við sínum fulla viti við føturnar á Jesusi; og ótti kom á tey. v36 Men teir, sum sæð høvdu, greiddu teimum frá, hvussu tann, sum hinir illu andarnir vóru í, var vorðin bjargaður. v37 Og alt fólkið har í nánd hjá Gerasenum bað hann fara avstað haðani burtur frá teimum, tí at stór ræðsla var komin á tey. Hann steig tá aftur í bátin og fór avstað aftur. v38 Men maðurin, sum hinir illu andarnir vóru farnir út úr, bað hann um at sleppa at vera hjá honum; men hann læt hann fara frá sær og segði: v39 «Far tú heim aftur til tín sjálvs og sig frá, hvørjar stórgerðir Guð hevur gjørt tær.» Og hann fór avstað og kunngjørdi um alla bygdina, hvørjar stórgerðir Jesus hevði gjørt honum.