Lukas 13,18-21
Teksturin í dag er Lukas 13,18-21
Ólavur Jacobsen lesur.
v18 Hann segði tá: «Hvørjum er Guðs ríki líkt, og hvat skal eg líkna tað við? v19 Tað er líkt einum sinopskorni, sum ein maður tók og setti niður í urtagarð sín; og tað vaks og varð til eitt træ, og himmalsins fuglar bygdu reiður í greinunum á tí.» v20 Og aftur segði hann: «Hvat skal eg líkna Guðs ríki við? v21 Tað er líkt súrdeiggi, sum ein kona tók og legði í trý mál av mjøli, inntil alt samalt var sýrað.»