Ver til reiðar

 

”»Móses, tænari mín, er deyður; búgv teg nú til at fara yvir um Jórdan har, tú og alt hetta fólkið, inn í tað landið, sum eg ætli at geva teimum, Ísraelsmonnum. Hvønn tann stað, sum tit stíga á, skal eg geva tykkum, so sum eg heitti Mósesi. ” Jósva 1,2-3

og

”Ver tú bert reystur og hugdjarvur, so at tú gjølla heldur alla lógina, sum Móses, tænari mín, legði fyri teg; vík ikki frá henni hvørki til høgru ella vinstru, til tess at alt má vignast tær væl, sum tú tekur tær fyri. ” Jósva 1,7

Ert tú búgvin? Eitt nýtt ár liggur framman fyri tær sum eitt ókent land. Blaða bara í álmanakkanum fyri komandi ár og síggj tær tómu síðurnar. Á midnátt nýggjársaftan fert tú inn í nakað nýtt, eins og fert tú um eina á. Tú fert um hana og stýgur aldri yvir um aftur. Á ein hátt er hetta sum ferðin hjá ísraelsmonnum inn í Kánaansland. Kanska kundu vit umskrivað dagsins ørindi, so tað hóskaði til støðu tína: ”Far nú inn í nýggja árið, sum eg gevi tær.” Og hoyr so næstu reglu: ”Hvønn tann stað, sum tú stígur á, skal eg geva tær.”

Skilir tú? Næstu 12 mánaðirnar eru ein Guds gáva til tín. Hann gevur tær hvønn tann stað, sum tú stígur á. (Gud sýnir tær ikki bara møguleikarnar, hann letur teg eisini nýta teir). Tað einasta, sum krevst, er, at tú sjálvur stígur fram. Gud gevur tær møguleikar, men tú mást sjálvur grípa teir. Ísraelsmenn høvdu Guds lyftir um Kánaansland; men sjálvir máttu teir taka landið.

Gud hevur stórar ætlanir fyri teg í hesum árinum, sum kemur. Hann vil lata dyr upp fyri tær og javna gøtur tínar. Hann vil leiða teg bæði henda vegin og handa vegin. Við egnum oyrum skalt tú hoyra eitt orð, sum ljóðar aftan fyri teg: »Her er leiðin, gangið hana.« Jes.30,21

Stíg treystliga fram, tá ið Gud leiðir teg og gevur tær møguleikar.

Fyri okkum er nýggja árið framtíð. Fyri Gudi er tað fortíð. Tí kunnu vit við vón líta fram móti komandi mánaðunum. Gud hevur longu gingið undan okkum! Tí, vinur mín, gott nýggjár.

Takk, Harri, fyri alt, sum tú hevur gjørt fyri meg í árinum, sum nú fer. Tak fyri alt, sum tú vilt gera fyri meg í árinum, sum kemur. Hjálp mær at nýta møguleikarnar, ið tú gevur mær.