Jødin Yitzchaq møtti Jesusi
”Men hon svaraði: »Eingin, harri.« Men Jesus segði: »Eg dómfelli teg ikki heldur. Far avstað, synda ikki longur!«] ”
Jóh.8,11
Yitzchaq – ella Ísakur, sum vit siga á føroyskum – var ein ungur jødi á veg heim til Ísraels. Tá ið hann hevði verið trý ár í herinum, vildi hann sleppa út í stóru verð at ferðast eins og so mangur annar ungur. Men tá ið hann fór heimanífrá hevði hann pakkað eitt hebraiskt Nýggja Testamenti niður í ryggsekkin. Yitzchaq hevði nevniliga hoyrt, at hetta var ein týdningarmikil bók – væl verd at lesa. Men Nýggja Testamenti hevði ligið í botninum í ryggsekkinum, meðan hann ferðaðist gjøgnum USA og Europa – til hann kom umborð á ferjuna, sum skuldi føra hann úr Athen og heim til Haifa.
Í sínari lítlu kahútt tók Yitzchaq Nýggja Testamentiið fram og fór at lesa evangeliini um Jesus. Sum tað var hugtakandi at lesa um henda mannin úr Nasaret! Ongantíð áður hevði hann møtt einum manni, sum var so mildur og kærleiksfullur í sínum viðurskiftum við medmenniskju síni. Ongantíð áður hevði hann møtt einum manni, sum var so trúgvur móti Móselógini og móti siðunum hjá fólki sínum.
Men so kom Yitzchaq til søguna um konuna, sum varð tikin í hordómi, og tá ið hann hevði lisið fyrra partin av hesi frásøgn, smekkaði hann Nýggja Testamentið saman í djúpasta vónloysi. Tí her var Jesus fangaður í einari ómøguligari fellu. Um Jesus skuldi vísa sítt vanliga mildni og sín kærleika móti hesi kvinnu – hvat so við lýdni hansara móti Móseslógini, sum kravdi, at konan skuldi verða steinað? Og um Jesus skuldi vera lýðin móti Móselógini – hvat so við hansara mildni og kærleika?
Í sínum vónloysi læt Yitzchaq Nýggja Testamentið aftur, fór út úr kahúttini og upp á dekkið. Men samstundis arbeiddi forvitnið í honum. Hvussu mundi søgan um Jesus og hesa kvinnuna enda? Eftir at hava gingið aftur og fram eftir dekkinum nakrar ferðir, fór hann niður aftur inn í kahúttina og blaðaði upp á áttanda kapitul í Jóhannesarevangeliinum at fáa endan á søguni við.
Tá ið hann kom til Jesu orð: ” »Eg dómfelli teg ikki heldur. Far avstað, synda ikki longur!«] ” bleiv vónloysi hjá Yitzchaqi til ómetaliga gleði. Brádliga skilti hann: Her er jú Messias, hann, sum skal savna bæði kærleika og lýdni – bæði mildni og sannleika – í sær.
Soleiðis møtti Yitzchaq sjálvur Jesusi Kristi í kahúttini á ferjuni millum Athen og Haifa. Har kom hann til trúgv á Jesus sum Messias og Guds son, og tað var ein nýggjur Yitzchaq, sum steig í land í Haifa.
Tá ið hann var aftur í íbúð síni, setti hann seg í samband við eina messianska-jødiska meinigheit, og í dag er Yitzchaq ein av teimum ungu Messias-trúgvandi jødum, sum við frímóði vitnar um Jesus úr Nasaret í egna fólki sínum, og sum íðin býtir Nýggja Testamentið út millum jødar í Ísrael.
Nyt fra Bibelselskabet. E.Campbell umsetti