Prógv
„Men lat nú boð fara um og savna til mín á Karmelfalli allan Ísrael saman við teim fýra hundrað og fmmti Báalsprofetum og teimum fýra hundrað Ásjeruprofetum, ið sita til borðs hjá Jesabel!“
1. Kong. 18,19
Tá ið tú lesur onkra vísindaliga grein um Gud og trúnna, eisini slíkar, sum „kristin“ hava skrivað, tá sært tú ofta henda setningin: „Vit vita jú, at trúgvin á Gud í veruleikanum ikki kann prógvast.“
Hvat meina tey? Í 1. Kongabók bjóðar Elias teimum av, sum tilbóðu falskar gudar. Hann segði: „Møtið mær á Karmel! Tann Gud, sum svarar … hann er Gud! Og fólkið segði: „Tað er rætt!“ Tí tað er sanniliga prógv – bæði fyri høvd og hjarta, tá ið Gud svarar. TF-blaðið.
Effie Campbell umsetti.